Search
Close this search box.
Hey.. Eg eri 14 ára gomul og eg dámdi ein drong sum er 15. Eg haldi hann er so mega fittur, men allíkavæl vil eg bara gloyma hann. Eg havi dámt hann í eitt ár og 7 mðr. Og eg tími ikki meira. Hann sum eg dámi fylgist næstan altíð við einum drongi, sum eg kenni væl, eg sigi við tann drongin, sum eg kenni væl, at eg vil gloyma alt um tann eg dámi, men hann blívur við at siga við meg, nei nei, blív bara við, tú skalt nok fáa hann einaferð. Eg veit ikki, um tann sum eg dámi, dámar meg. Tí eg havi eisini hoyrt at hann bleiv keddur og óður um, at eg og ein annar drongur høvdu verið saman. Hann kann ikki blíva keddur og óður um hann einki meinar við tað? Ella hvat? Kunnu tit hjálpa mær?:`(<3

Ja, tað er eitt sindur ringt, at vita við hasum dronginum. Út frá brævinum ljóðar tað sum, at tú ert forelskað í einum drongi, sum tú ivast í hvar tú hevur… t.v.s. sum tú ivast í er áhugaður í tær ella ikki. Royn at koma í samband við hann, og lær hann at kenna. So finnur tú kanska við tíðini út av um hann er áhugaður, og hvat skal henda víðari. Tú kanst sjálvandi eisini spyrja vinmannin hjá tær, sum fylgist við hesum dronginum, um hann veit um hin er áhugaður í tær. Tað kann kanska vera eitt sindur ringt at spyrja um, men tú kundi til dømis spurt um hann nakrantíð tosar um teg, ella um hann heldur at tú hevur nakran kjans. Góða eydnu við tí!

Alt tað besta.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…