Search
Close this search box.
Heeej og takk at tit hava gørt hesa síðuna:D
..Men mítt problem er tað at mamma og babba og mín beiggi eru kristin ella ordiliga, ordiliga, ordiliga (tað eri eg eisini men ikki líka yvidrivið). Men eg banni sindur brúki ikki tey penastu orðini og eg eri ein sum dámar væl punk rock og elski at dansa og sovorit. Eg skrivaði ofta sangir um hvussu eg havi tað. Tað er soleiðis at eg eri ikki eg sjálv tá eg eri heima, í skúlanum eri eg soleiðis sum eg eri, men heima halda tey at eg eri so fitt, geri einki skeivt royni ikki at banna tá eg eri heima. Eg eri adopterað og tá eg blívi sárað og fari at gráta, so hugsi eg bara at eg ikki hevði vilja komi her til, bara vilja doyð har sum eg eri komin frá. Tey eru næstan ongantíð nøgd við tað sum eg geri, onkuntíð tá mamma sær hvat eg skrivi so sigur hon: “hevur tú tað virkuliga so ringt her hjá okkum?” Tá havi eg sum oftast hug at siga ja men tað geri eg ikki, tí at eg veit at tað fer at sára tey. Men tá eg havi vinir heima hjá okkum eru tey so fitt og skeg og gera meg fyri skommum, sum foreldur ofta gera! Tey eru góð við meg, tey siga at tey elska meg hvønn dag og eg plagdi fyrr at siga aftur at eg elski eisini tey, men eg sigi bara okay ella eg veit! Mítt kamar er eitt ordans diddi kamar sum eg ikki tími at hava meir, men tey halda svart er so ljótt og reytt! So eg royni at gera tey glað sum fræðast, men eg tori ikki at siga hvussu eg føli. Mamma blívur lætt súr við meg, beiggi mín irriterar meg so eg fái skyldina…..Eg blívi móð at liva soleiðis, tað pínir meg tá tey siga at eg eri ikki eri normal og alt sovorið, tí eg ikki eri líka sum tey, eg kann ikki vera normal ..Eg havi ofta tikið pínutablettir, men mín besta vinkona tók tær frá mær, tí eg bleiv so løgin av teimum. Eg tók 2 um morgunin 2 um dagin og 2 um kvøldið, tí at eg klári tey ikki, so øll tey følilsini sum eg ikki vil føla fara vekk. Tey (foreldrini) gera mítt lív nokkso ringt, tá tey ikki skilja meg tá eg royni at siga teimum hvat eg meini. Tey siga bara tú at hyggur for nógv í sjónvarp ella teldu, og onkuntíð havi eg bara hug til at gera okkurt ringt ímóti teimum, sum pínist hjá mær og er ringt hjá teimum. Eg fekk mær nalvaring uttan mamma visti av tí og hon bleiv kedd og tað píndist. EG klári ikki at liva soleiðis meira! Kunnu tit hjálpa mær og siga hvat eg kann gera fyri at fáa tey at lurta ?Eg havi roynt at tosa við tey, men tey lurta ikki og tey skilja meg heldur ikki. SOO góðu hjálpið mær?!

Halló ‘Hmmmm?genta ‘!
Tú hevur tað gott nokk ikki so stuttligt til dagligt.
Tað allar fyrsta eg hugsi, tá eg lesi títt bræv er, at tú ert ein genta sum onkursvegna hevur eitt yvirskot av kreftum, sum tú kanst brúka til nakað positivt. Bara tað, at tú so væl greiðir frá “hvør tú ert” og “hvør tú ikki ert”, hvat tú vilt og hvat tú ikki vilt, vísir at tú nokk skal klára teg, sjálvt um familjan hjá tær ikki altíð skilir tínar meiningar, og hvat tú hevur tørv á.
Eg skilji væl, at tað ikki er lætt hjá tær, tá tú so ofta verður misskilt av foreldrunum. Onkursvegna hava tey ringt við at seta seg í tína støðu, ringt við at skilja tínar trupulleikar og ringt við at tosa við teg um tínar trupulleikar.
Tað kann vera torført at góðtaka, at onnur fólk ikki eru líka sum ein sjálvur, hugsa og trúgva øðrvísi enn ein sjálvur, og velja at liva uppá ein annan máta enn ein sjálvur. Hetta er kanska serliga ringt tá tað eru børnini hjá einum sum velja at vera øðrvísi. Tíni foreldur eru møguliga bangin fyri, hvat onnur fólk fara at siga um tey, um tey loyva tær at vera tann ið tú sigur tú ert. Fyrr ella seinni vera tey noydd til at góðtaka at tú ert akkurát líka fitt, hóast tú hevur ein annan hugburð um nøkur ting.
Tað sum tú kanst gera í hesi støðuni sum tú ert í, er sostatt ikki at góðtaka at tú verður noydd at liva eitt dupultlív. At mamma tín verður kedd til tíðir er nakað tú nokk verður noydd at liva við, tú ert jú eitt tað dýrabarasta hon eigur. Men ver opin og erlig um hvat tú gert, og hvat tú hugsar. Tað nyttar ikki at smekka við hurðum ella taka tabelettir, tað ger bert støðuna enn fløktari og truplari. Tað verður nokk ringt hjá foreldrunum at skilja at soleiðis ert tú, men eg vænti at tey við tíðini fara at góðtaka at tað er soleiðis tú ert.

Góða eydnu og skriva endiliga inn aftur um tú hevur tørv á tí.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…