Hey hey!
Takk fyri brævið! Gott , at tú nú hevur vent tær til okkara fyri at søkja tær hjálp. Tað fyrsta, ið eg hugsi er, at tað hevði verið gott at havt samrøðuna við teg í kjattinum, so at eg hevði fingið meira at vita um, hvat tú hevur upplivað í tínum uppvøkstri. So tú ert hjartaliga vælkomin at kjatta við okkum, um tú hevur tørv á tí.
Nú ert tú 18 ár, og øll tíni barnaár, altso upp til at tú bleivst 18 ár, hava tíni foreldur havt ábyrgd av tær, og tá talan hevur verið um umsorganarsvík, sum tað eitur á føroyskum, eru tað onnur, ið skuldi hjálpa tær, tá tíni foreldur ikki megnaðu tað, um tey fingu vitan um støðuna heima hjá tykkum. Her sipi eg til lærarar,lækna, heilsufrøðing og onnur, ið kundu havt boðað barnaverndini í tínum øki frá. Men ta hjálpina hevur tú ikki fingið tá, og tá tú nú ert 18 ár, er tað tín egna ábyrgd at søkja tær hjálp.
Tað kanst tú gera við at venda tær ti sálafrøðing. Nú tú er so ung, og kanska ikki eigur so nógvan pening, vilja vit viðmæla tær at fara til kommunulæknan. sum kann geva tær eina ávýsing og eisini at tosa við almannamálaráði, sum møguliga kann hjálpa tær við peningi.
Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin