Góða hon, ið hatar lívið,
Takk fyri brævið. Sum tú lýsir tína tilveru, so møtir tú nógvum mótgangi – bæði í skúlanum og har heima. Eg vil byrja við at siga, at tað er ógvuliga gott at hoyra at tú hevur ein, tú kanst siga alt við. Passa gott uppá hendan vin – hannhon er gull verdur!
Tú hevur sikkurt roynt at gera vart við tína støðu manga ferðir – kann eg rokna við. Men eg vil ráða tær til at royna enn einaferð. Men tað er umráðandi at tútit ikki fara at skeldast heldur enn at tosa saman – tí so kemur heilt sikkurt onki burturúr.
Møguleikarnir eru fleiri: Tú kundi “fanga” mammu ella pápa tín eitt kvøldið har heima, tá tú veitst, at tey ikki skulu nakað. Sig við tey, at tú hevur nakað álvarsligt at siga við tey – og at tey ikki mugu avbróta teg, fyrr enn tú ert liðug at tosa. Greið teimun stillisliga frá tínari støðu – sum tú upplivir hana.
Ein annar møguleiki er at skriva tað niður í eitt bræv til tey. Við einum brævi fært tú møguleika at velja tey røttu orðini, og hevur tíð til at hugsa teg um. Men minst til ikki at skelda – royn heldur og greið teimun stillisliga frá støðuni. Greið eisini foreldrum tínum frá teimum trupulleikum tú hevur í skúlanum – og bið tey um at hjálpa tær.
Um tú heldur tað verða ov ringt at tosa beinleiðis við foreldur tíni, so kanst tú eisini tosa við onkran annan í familjuni um støðuna – og biða um teirra hjálp til at loysa trupulleikarnir. Hetta kundi kanska verið ein mostir, omma, abbi ella onnur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin