Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr

Hon sjálv

Spurningur:

Eg eri nokkso forelska í einum drongi, sum eg veit eisini er forelskaður í mær, men eg haldi ikki at eg eri nó stór at hava sjeik. Hvat skal eg gera???

Svar:

Takk fyri brævið. Tað er ógvuliga ymiskt, nær ein tímir, og er klárur til at hava ein sjeik. Fyri nøkur, kann tað vera bæði stuttligt og spennandi at hava ein sjeik, meðan onnur als ikki tíma, og heldur vilja bíða.

Tað ljóðar sum, at tú ert ein genta, sum veit hvat ið tú vilt, og sum ikki ger nakað, sum tú ikki hevur hug at gera. Tað er gott at tú lurtar eftir tær sjálvari, og um tú heldur, at tú ikki ert nóg gomul til at hava ein sjeik, so skal tú bara bíða.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin.