Search
Close this search box.
Eg havi eina vinkonu, sum eg eri eitt sindur troytt av. Hon ger bara fortreð og heldur at eg haldi tað verða stuttligt, í gjár gjørdi hon fingrarnar vátar og spruttaði tað á meg, tá ið eg segði henni at eg ikki tímdi at hon gjørdi meg váta, segði hon bara at hon kundi ikki vita at eg ikki tímdi at verða vát!!
Og í gjár vóru vit til tiltakið “Roykfríður skúli” og meðan vit koyrdu buss lurtaði eg eftir mp3 og knappiliga tók hon eina oyramikrofon úr oyranun hjá mær, og eg eri ræðuliga troytt av tí.
Eg eri eisini eitt sindur forelskað í eium drongi, og hann er eisini forelskaður í mær, men eg haldi ikki at eg eri klár til ein sjeik!!!!

Hjálp mær, eg veit ikki hvat eg skal gera

Góða ‘Hon sjálv’.
Ein treyt fyri at varðveita eitt gott vinarlag er, at tú og tín vinkona kunnu vera erligar mótvegis hvørja aðrari. At vinkona tín ikki virðir tað tú sigur, er sjálvandi ikki stuttligt fyri teg. Tú kanst gera henni greitt, tá tit sita og práta, at tú gerst kedd av, at hon ikki virðir tað tú sigur. Sum vinkonur hava tit møguleikan at tosa um alt, eisini tað sum til tíðir er torført.
Viðv. forelskilsinum er bert eitt at gera, og tað er at taka ein dag í senn. Lær hann fyrst at kenna sum persón. Skunda tær ikki inn í nakað, sum tú ivast í.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…