Search
Close this search box.
Hey :) Eg eri ein genta og havi verið saman við sjeikinum hjá mær i ca 4 mánaðar, vit hava tað fantastiskt saman!! Her koma mínir spurningar : Um eg og sjeikurin liggja og hugna okkum uttan hýt (altso hann koyrur ikki penis uppí men avlíkavæl er hann tætt uppá) er tað farligt?? Um eg fleygi honum og hann fær spin á hondina, er tað so farligt hjá honum at fingra mær?? skal hann vaska hendrinar aðrenn ella er tað púra ófarligt?? Um eg nú gevi honum blowjob og præspermið kemur, men eg blívi líkasum við at sutta og vit síðani gera “TAД, er penis so reinur ella er tað farligt?? Er tað vanligt at menstratiónin er forsinka aftaná man hevur tikið fortrydelsespiller?? Altso eg havi fingið hana, tað var bara ein løta at bíða ;). Sjeikurin hjá mær er ofta súrur, tolur lítið av og sovorit, er tað vanligt hja dreingum í hesum aldrinum? Eg havi roynt at ugga meg við at hann ger tað bara fyri at eg skal hava meira uppmerksomheit á honum. Annars er hann nokk tað deiligasti drongurin í verðini :) Takk fyri!  

Hey tú, ið elskar sjeikin hjá tær!

Takk fyri brævið, har tú setir nakrar spurningar, ið nógv ung ivast í! Tú hevur fleiri spurningar um sáð spin kann gera teg við barn, um tað ikki kemur inn i vagina. Tit hava tað t.d. á hendurnar ella tætt uppá kynsgøgnini. Tað stutta svarið er teoretisk ja, um tú ert um ta tíðina í mánaðanum, tá eggið loysnar frá eggrótini, og tað vil siga áleið 14 dagar, áðrenn mánasjúkan kemur.  At kenna hesa tíðina akkurát, vil altíð vera ósikkurt. Størsti vandin fyri at gerast við barn ella møguleiki er nogv minni tætt upp undir menstruation ella tá hon er við at vera liðug. Eg vil avgjørt ráða tær til at fara at brúka P-pillarar, eftirsum tit ofta fara i song saman. Bið um tíð hjá tínum lækna , tú kanst hava sjeikin við ella eitt av tínum foreldrum, ella kanst tú fara sjálv. Tú spyrt, um penis kann gerast tómur aftaná eina útloysingejakulation, og har  er svarið nei. Um tit hava samlegu beint aftaná, kann koma ein nýggja útloysing, sum livandi sáðkyknur eru í og tú kann gerast við barn.., So aftur brúka eina trygga fyribyrging, og tað er p-bollar. Tað er heilt vanligt at mánasjúkan  verður seinkað , tá tú hevur tikið angribolla, tí tað er ein sterk hormonviðgerð, men tað er ikki vandamikið. Tað er so eisini ein grund til, at angripillarir ikki má brúkast sum fyribyrging, men bert, tá tað gongur galið, altso hítin skrædnar ella liggur á náttborðinum og ikki á penis. At enda  sigur tú , at sjeikurin tolir lítið av og ofta er súrur, og um dreingir vanliga eru so. Nú rokni eg við , at hann eisini er tannáringur og so er tað heilt vanligt, at sinnalagið skiftir ofta. Tað er ikki so lætt knappliga at taka ábyrgd sum ein vaksin og litlar royndir at hava við parlagi. Eg vil ráða tykkum til ikki at vera alt ov nogv saman, men halda áfram at vera saman við vinum og vinkonum og fáast við ítriv ella áhugamál, ið tit hava hvør í sínum lagi og saman. Um tit fáa trupuleikarhann er súrur , so mugu tit royna at at tosa opið um tað.  

Annars deiligt at hoyra, at tit eru so góð hvørt við annað,
Heilsan Tú & Eg Ráðgevingin    

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…