Search
Close this search box.
Hey hey… Eg veit ikki heilt hvar eg skal byrja.. Alt rundan um meg, ella øll “mín verð” gongur bara undir nú… Eg havi verið rakt av tunglyndið síðan 12-13 ára aldurin og eri nú 18, so tað eri eini 6 ár.. Tað byrjaði, sum ein løtt depression, men tá einki varð gjørt bleiv tað bara verri og verri.. tá gekk eg í skúla, men skulkaði nógv og orkaði ikki at verða millum nógv fólk, av tí, at eg allatíð hevði trongd til bara at gráta tí eg var so kedd… Men sum tíðin gekk kundi eg slettis ikki ganga í skúla ella arbeiða longur.. Tað er bert eini 2 ár síðan, at tað bleiv uppdaga, at eg hevði tað so ringt.. Og síðan tá havi eg fingið ymisk sløg av lykke pillarum, sum ikki hjálptu tað allarminsta.. fekk harligar bivirkningar og tapti meg so nógv, at øll, foreldrini og eg sjálv, hildu, at nú doyði eg.. og eingin legdi nakað i tað.. hvørki læknar ella psykologar og so ljóðar tað kanska ikki so alvorligt, men TAÐ var tað! Eg hevði ongar kjálkar og sá beinagrindina, har hon ikki eigur at síggjast, fólk gingu runt og kallaðu meg annerexi-barn og tað var ein ræðulig tíð! Og til síðst valgdi eg sjálv at steðga viðgerini og tá gekk beinanvegin betri. Nú aftana 2 drúgv ár úti á psykiatisku deild siga tey, at eg havi ADD og at tunglindið kemur av tí. (Havi ikki verið innløgd á psykiatisku, bara gingid til kanningar og samtalur) Men so er ikki orduliga hent meira.. Skal aftur til eina samtalu um medicin onkuntid, veit ikki nær.. Út yvir at eg havi tað ringt sálarliga gekk alt bara galið nú.. Eg havi havt ein sjeik í yvir eitt ár, sum kortsíðan gjørdi tað liðugut, tí hann hevði funni sær eina aðra og tað knústi meg fullkomiliga! Eg var so góð við hann og hansara familju og følgdi orduliga, at eg var ein partur av tí og eg sá tað als ikki koma.. Og systir mín er eisini eitt sindur speciel og hevur okkurt innan autismu, so har fer nógv av orku og tíð hjá foreldrunum.. Og eg skeldist allatíð við tey.. eg orki slettis ikki at búgva her! Og soleidis havi eg havt tað síðan tá 12-13 ára aldurin.. Eg kvalist!! Og so verið eg kedd av tí og føli onga vón fyri framman.. Men eg kann ikki flyta tí eg fái onga hjálp. Slettis einki! Ongar pengar ongar samtalur einki nakad.. eg fekk einaferd 10 samtalur frá psykiatiska deplinum, til psykolog, men tað er hálvt ár síðan eg var til nr 10… Eg havi roynt at biði um hjálp.. roynt at søkt um pening frá allmannastovuni, men fekk hann noktaðan, tí eg havi eina ov høga barna-uppsparing.. Og hana sleppi eg ikki at brúka av.. Foreldrini eiga hana faktist, ti tey hava koyrt pengar á og tað er til útbúgving og tað veit eg ikki um eg nakrantíð fái við hetta lag… Og oman yvir tað heila doyði langomma mín her fyri.. Eg helt ikki eg legði nakad í tað .. tí hon var so sjuk og ússalig og eg hugsaði, at hon var eitt betri stað nú, men sidan tá, havi eg orka enn minni enn vanligt.. eg komi næstan ikki út úr mínum kamari.. Og nú aftaná einar 3 harðar vikur, har eg bara havi gráti og verið kedd av, at sjeikurin gjørdi tað liðugut, stendur hann aftur her.. og eg eri so forvirra um tað heila tí eg havi aldrin verið so kedd í mínum lívið, sum tá hann gjørdi tað lidugut.. eg havi valgt at geva tí ein kjans, men eg føli meg ikki trygga.. tað kemur kanska? Men enn bíði eg næstan bara til okkurt býtt avtræt hendur.. nú tá tað at líka væl er hent so nógv av tí..   Í summar stríddist og strevaðist eg fyri at fáa koyrikortið, eg dumpaði 2 ferðir áðrenn eg enduliga fekk tað! Men fýra dagar eftir rendi eg á ein bil og 5 mánar eftir tað misti eg koyrikortið av tí óhappinum.. eingin skaði hendi sum so.. fekk bara eina lítla buglu, men eg koyrdi á hátenn so teori og koyriroynd skal eg igjøgnum umaftur og tað magti eg als ikki.. at koyra tað dugi eg nú, men teoriin er simpulten ov nógv.. og nú eg havi fingid at vita at eg havi ADD giti eg, at tað er tað, sum spælur inn..     Eg hati at biða um hjálp.. føli meg, sum um eg einki kann sjálv, tá eg geri tað.. men HJÀLP!! Góðu tit er tað virkuliga einki eg kann gera? Eg eri orduliga upp brúkt fyri orku, ide’um, vón og ALT!! Eg havi roynt so leingi nú og orki tað simpulte ikki meira… og hvørjaferd eg royni kiksar tað..    

Góða tú, ið kennir teg uttan vón!  
Takk fyri brævið og takk fyri, at tú skrivar til ráðgevingina, hóast tær dámar illa at biðja um hjálp! Tað kann eisini vera ein styrki, tá ið ein torir at rópa um hjálp. Tað ljóðar sum at tú hevur havt nøkur tung ár, har tú hevur verið kedd ogella rakt av tunglyndi. Eg skilji á lagnum, at ymiskt er sett í verk fyri at hjálpa tær fyri tveimum árum síðani. Tað er sjálvandi gott og positivt at foreldur tíni og læknar hava roynt at hjálpt tær, tað tey eru ment. Hinvegin skilji eg væl, at tú ert ørkymlað og kedd um at heilivágurin hevði so keðiligar avleiðingar fyri teg og als ikki hjálpti tær. Nú hevur tú fingið at vita, at tú hevur ADD og bíðar eftir at sleppa til viðtalu víðvíkjandi heilivagi og hvat skal henda framyvir. Vónandi verður tað skjótt, so at læknarnirpsykiatarin saman við tær kann finna útav, um tann heilivágurin kann hjálpa tær og á tann hátt hjálpa uppá títt tunglyndi. Tað vil siga, at tú ert í eini bíðistøðu nú, og enn ikki veitst akkurát hvat fer at henda viðvíkjandi viðgerð. Eg haldi, at tað er púra natúrligt og skilji væl, at tú ert ørkymlað og kennir teg forvirraða í løtuni. Eg skilji eisini væl, at tað kann vera torført at hava álit á, at viðgerðin fer at hjálpa hesaferð. Tað hevur verið ein langur og tungur vegur fyri teg at koma hertil, og enn er óvist hvat fer at henda. Vónandi skalt tú ikki bíða ov leingi. Og so vóni eg, at nýggja viðgerðin kann hjálpa tær. Eg haldi tó, at tað er týdningarmikið, at tú gevur tí ein kjans.  

Samstundis sum tú hevur nógv at hugsa um, hevur tú mist ommu tína og sjeikurin hevur gjørt  tað liðugt. Tað merkir, at tú nú eisini hevur eina sorg, sum tekur tíð at koma yvir. Tað ljóðar tó sum at sjeikurin enn er góður við teg. Eg skilji, at tað kann vera torført at hava álit á honum, aftaná tað sum er hent tykkara millum. Tá ið tað kemur til kærleika og forhold er ongantíð nakað garanti fyri, at ein ikki fær hjartasorg. Tó haldi eg, at tað ræður um at tora at “kasta seg útí tað”, um man er góður við ein annan, og gera tað man sjálvur er mentur fyri at styrkja um forholdið. Eg haldi at tað snýr seg um at fylgja “maga-kensluni”, og um tú enn ert góð við hann, kanst tú møguliga geva tí ein kjans. Minst bara til at ansa eftir tær sjálvari, og fyrst og fremst hugsa, hvat tú hevur brúk fyri beint nú. Tú ert í eini sárbarari tíð í lívinum, og tí er tað sera umráðandi, at tú ert góð við teg sjálva.  

Tað var sera óheppið við koyrikortinum hjá tær. Eg ivist tó onga løtu í, at tú klárar at fáa tað aftur, um tú setur tær fyri, at tað er tað, ið tú vilt. Tað kundi verið eitt gott hugskot, um tú kannaði við Akstovuna, um tað ber til at fáa meiri tíð til royndina, tá ið tú hevur ADD. ADD kann elva til trupulleikar við at samla tankarnar um eitthvørt, og eg veit, at tað á summum skúlum ber til at fáa meiri tíð til royndir, um ein hevur slíkar trupulleikar.  

Tað er gott, at tú skrivar til ráðgevingina, so tú fært sett orð á tað, ið nívur teg. Tú hevur nógv at hugsa um í løtuni, og tað kann kennast tungt, um tú gongur einsamøll við tonkunum. Nú veit eg ikki, um tíni foreldur vita av, at tú ert so ørkymlað og forvirrað um tína støðu. Tað kundi møguliga verið eitt gott hugskot, at víst teimum hetta brævið, so at tey eisini fáa innlit í, hvussu tú hevur tað. Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara.  

Góða eydnu við øllum!  
Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…