Góða genta,
Heilt stutt til spurningarnar: Ja, men les meira her!
Tað kann vera púrasta normalt at bløða meira ella minni næstan alla tíðina teir fyrstu mánaðirnar. Lívmóðirin skal venja seg við ta nýggju hormonávirkanina. Heldur hettar áfram í meira enn 2 mánaðir, haldi eg, tú eigur at tosa við læknan hjá tær. P-bollar hava ymiska hormon-nøgd. Vanliga byrjar ein við lágum innihaldi av hormoninum østrogen, tí at vandin fyri hjáárinum er minni. Um tað so ofta er bløðing, tá mánasjúkan ikki eigur at vera, er tað eitt tekin um, at hormon- nøgdin er ov lág til at halda slímhinnuna í lívmóðrini frá at detta sundur og bløða. Tá vil læknin helst ráða tær til, at broyta p-bollamerki, og so gongst vanliga væl.
P-bollar virka soleiðis, at teir forða fyri eggloysn. Tá einki egg er, kann ein ikki gerast við barn. Tað er eitt skriv inni í p-bollaeskjuni, og har stendur akkurát, hvussu tú skalt gera.
Halt endiliga áfram við p-bollunum, sum teir skulu takast. Um tað ikki javnar seg, er best at tosa aftur við tín lækna.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin