Search
Close this search box.
Eg og vinmaður mín hava verkætlan nú. Vit hava um evnið royking. Vit eru ikki roykjarar, so vit vita ikki so nógv. Tað hevði deiligt um tit kundu givið okkum ráð, ella sagt onkrar góðar heimasíður. Takk H

ava tit roynt at skriva t.d. “royking” ella “rygning” í Google? Har eru nógvar heimasíður. Nakrar eru her: http:www.liv.dk, http:www.fyribyrg.fo, www.sundhed.dk, http:www.cancer.dkTobak, http:www.ensp.org.

Annars kann eg fortelja tykkum at Fyribyrgingarráðið um nakrar fáar vikur fer í holt við eina upplýsingarkampanju í øllum fimtu flokkum í Føroyum, har tey m.a. fara at spæla ein leik, har børnini kunnu tosa uppií og svara til. Eisini verður ymiskt annað á skránni, sum skal fáa næmingar í 5. flokki at hugsa seg um, so at tey ikki byrja at roykja.

Um tit eru áhugaðir í, hvussu tað best loysir seg at arbeiða við fyribyrging, so kunnu tit t.d. fara og lesa um “Ringsted-projektet”, sum er ein stór verkætlan, har man hevur kannað sambandið millum ung og teirra nýtslu av rúsevnum, m.a. royking.

Góða eydnu við verkætlanini!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…