Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr

Húðkreft?

Spurningur:

Hey góð heimasíða ;) Eg havi skriva inn fyrr og má enn einaferð... Eg havi verið og tikið sól, men síðan tá havi eg havt skriða í hond og bein. Altso eisini sovrit húdafskravningar...eg veit ikki hvat tað er...eg eri extremt bangin fyri um tað er húð kreft...eg havi tikið sól fleiri ferðir.

Svar:

Góða tú, ið ert bangin fyri at hava fingið húðkreft!
Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú tekur tekinini frá kroppinum í álvara. Eg skilji á tær, at tú ert vitandi um, at tað er vandi fyri at fáa húðkrabba, um tú tekur ov nógva sól. Tað er torført, við teimum upplýsingum tú gevur, at svara tínum spurningum. Eg vil ráða tær til  at fara til læknan og so samstundis ikki at taka ov nógva sól, ella helst ikki at fara í sólina aftur, áðrenn tú hevur fingið staðfest, hvat tað er, sum bagir. Tað kann eisini vera, at tú hevur fingið eitt slag av sóleksem, svamp ella á annan hátt ikki tolir sólina. At útvikla húð- ella móðirmerkjakrabba tekur nógv ár, so tað er helst ikki tað, ið tær feilar. Tó er tað umráðandi, at tú longu nú hugsar um at fyribyrgja teg, so at tú ikki blívur sjúk av húðkrabba seinni í lívinum.
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin