Góða ‘huff huff’!
Eg skilji væl, at tú heldur at lívið er trupult, og at tú fegin vil hava enda á trupulleikunum sum skjótast. Tað er ikki gott at vaksa upp í einum heimi við alkoholikarum! Tað er ikki gott fyri teg, og tú hevur rætt til ein tryggan gerandisdag uttan alkohol. Tað er sera týdningarmikið hjá tær, at tú kanst fáa eitt lív, har tú ikki skal bera ótta fyri nær pápi tín fer at fáa næsta tørn.
Tað er gott at tú tosar við tað eina systkinið hjá tær og við mammu tína um støðuna. Og tú ert enntá so djørv, at tú hevur sagt hesi tingini við pápa tín. Tú dugir eisini sera væl at greiða frá tínari støðu. Tú skalt tó ikki einsamøll hava ábyrgdina av, at fáa enda á trupulleikunum í heiminum hjá tykkum. Tað er tað tey vaksnu sum eiga at taka sær av. So kanska tú kundi roynt at tosa við mammu tína um at tit kundu flutt út, um pápi tín ikki tekur viðgerðina í fullum álvara, og um hann framhaldandi ikki vil flyta út. Tað er nú einaferð so, at líkamikið hvussu nógv tú ynskir tað, so fært tú ikki broytt pápa tín. Um hann skal fáa hjálp til sín alkoholtrupulleika, so noyðist hann at vilja tað sjálvur. Um tað ikki broytir nakað, at tú tosar við mammu tína, so haldi eg heilt vist, at tú skal royna at tosa við onkran annan vaksnan.
Viðvíkjandi vinkonu tínari, so er heilt víst, at tit hava nakað at tosa saman um, so brúka hana at tosa við. Eg haldi absolutt, at tað hevði verið gott fyri teg at tosa við hana. Og hvør veit, kanska hevði hon eisini verið glað fyri at tosa við onkran – og at tú tekur stig til at tosa um tað sum tit hava til felags. Tú kundi eisini roynt at tosa við onkran annan um tínar trupulleikar, t.d. eina heilsusystir á skúlanum hjá tær.
Eitt annað tú kanst gera, er at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, so at ein ráðgevi kann hjálpa tær at finna fram til hvar tú annars kundi fingið hjálp í Føroyum.
Tú kanst lesa meira um hetta evnið inni á heimasíðuni hjá okkum undir ‘EG & LÍVIÐ’.
Góða eydnu við øllum!
Tú & Eg Ráðgevingin