Góða tú,
Eg kann væl ímynda mær, at tú ert kedd, tá ið tú hevur so neiligar tankar um teg sjálva, og um alt, ið tú sigur og gert. Tað kann sanniliga ávirka títt humør og sinnalag! Tá ið sjálvsvirðið hjá okkum menniskjum er vánaligt, hava vit lyndi til at hava í yvirflóð av neiligum tankum um okkum sjálvi. Tað er, sum hava vit latið okkum í einar svartar brillur, so at heimurin nú er svartur allur sum hann er. Vit kunnu av tí sama verða ósikkur um alt, ið vit siga og gera og næstan fáa hug til at goyma okkum fyri heiminum. Tú nevnir, at tú einaferð vart góð til tað, sum tú gjørdi, men at tú nú fyri tað mesta situr inni og droymir og hugsar. Er nakað hent sum hevur broytt tína hugsan um teg sjálva? Ella er tað nakað sum spakuliga er komið? Tá ið tú sigur, at fólk rósa tær og siga at tú ert fitt og vøkur so er nakað um tað. Hinvegin kann tað vera trupult fyri teg at trúgva tí, ið tey siga, tá ið tú heldur so lítið um teg sjálva. Somuleiðis kann vánaligt sjálvsvirði ávirka støðuna, tá ið tað kemur til at finna ein sjeik. Tað er trupult at vera fríur og vera ein natúrligur, tá ið ein skal hugsa um alt, sum ein ger og sigur. Tú skalt als ikki hava ringa samvitsku av, at hava skrivað hetta brævið. Hetta er tín støða, tínar kenslur og tínir tankar. Tad er tín veruleiki, og við hesum brævinum, vilt tú hjálpa tær sjálvum, at koma vídari.
Nú veit eg, sum sagt ikki, um tad er nakað ávíst, sum hevur gjørt, at tú ert broytt, men um so er, so kann tað vera, at tú hevur tørv á at arbeiða við tí. Annars er tad umráðandi hjá tær, at fáa vent tínum neiligu tankum um teg, til heldur at verða meira jaligar og mennandi fyri teg.
Tad er serliga í høvdinum,at tú skal arbeiða við broytingum, royna at hugsa um tað, sum er gott. Djúpa teg í onkrum tær dámar, ger tað, sum tær dámar at gera. Hvat ger teg glaða?? Ger meira av tí. Alt sum fær tankarnar hjá tær, at verða jaligar, hjálpir tær á veg. Finn tey góðu tingini fram, liva í nú´inum og hugna tær í løtunum, sum eru góðar. Tad kann eisini vera, at tad hjálpir, at skriva dagliga niður, hvat føldist gott í dag.
At byggja sjálvsvirðið uppaftur tekur tíð.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin