eg og daman hava verið saman nú í næstan 1 ár. hon hevur ik hug til tað sum eg havi hug til. eg orki ik at bíða eftir henni. hvat skal eg gera?

Hey ‘hug’!
Um daman hjá tær ikki hevur hug til tað sum tú hevur hug til, so er ikki nógv annað at gera hjá tær enn at góðtaka tað. Eingin eigur at trýstast til nakað, sum tey ikki eru klár til.
Tú skrivar ikki hvat tað er, sum hon ikki hevur hug til. Men kanska tú kanst royna at tosa við hana um, hvat tað er heilt nágreiniliga, sum hon ikki hevur hug til, og um hon kanska hevur hug til onnur ting enn tað sum tú hevur í tonkunum. Fyri at tað skal vera eitt gott upplivilsi hjá tykkum báðum at vera saman kynsliga, er tað umráðandi, at báðir partar hava hug til tað sum tit gera.
Vónandi er hetta eitt nøktandi svar. Tú kanst lesa meira um kynslív inni á www.sexualoplysning.dk, og www.sexlinien.dk.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg