Search
Close this search box.

Hugsi um lívið..

Góða tú, ið hugsar um lívið,  
Takk fyri brævi! Tað er deiligt, at tú hevur gleði av hesari heimasíðuni. Her eru vit altíð áhugað í at vita, hvussu tú hevur tað 🙂 Tað er ógvuliga gott at tú fært tað út, sum tú hevur inni í høvdinum, og at tú fær tað niður á papír, tí so er tað eisini lættari hjá tær at koma av við eitt sindur av tínum tonkum, so at høvdið hjá tær ikki verður ov fult.

Í tínum brævi ljóðar tað sum at tú brúkar rættuliga nógva tíð at hugsa í. Tú sigur teg dáma væl at tað er ruddiligt rundan um teg, og tú hugsar eisini nógv um at spara. Vit eru øll ymisk, og tað er eisini í lagi at hugsa, sum tú gert. Tínar systrar eru ikki líka sum tú á ymiskum økjum, og hugsa ikki so nógv um tey somu tingini, so sum at alt skal vera ruddiligt, og tað er eisini í lagi.

Tú ert ógvuliga kritisk yvurfyri tær sjálvari. Tað at tú ert smæðin, kemur kanska eisini av, at tú ert sjálvkritisk og er bangin um at gera nakað galið. Tað er í lagi at gera feilir, vit gera øll feilir. Eingin er perfektur, og tað er eisini í lagi. Um tú ikki hugsar so nógv um tað sum tú ger, og hvussu tú ert, og hvat onnur halda um tað, sum tú sigur, men bert ger tað sum tú hevur hug til, so vænti eg, at tað verður lættari hjá tær at gera ymiskt, sum tú ikki torir nú.

Ein møguleiki er eisini at royna at venda tínum egnu tonkum til positivar tankar um teg sjálva í staðin fyri negativar, tá tú hugsar negativ um teg sjálva kanst tú í staðin venda tí til nakrar góðar tankar um teg sjálva. Tað kann geva tær eina betri fatan av tær sjálvari, sum ein persónur sum er góður nokk. Royn og lat vera við at hugsa so nógv um tað, sum tú ikki dugir, og tað sum tú gert galið, men royn heldur og vend tí til at hugsa um tað, sum tú dugir og sum er gott við tær. Tað at tú ikki kennir tað sum tú passar inn, kann eisini vera tín egna hugsan, og ikki tað sum onnur halda um teg. Um tú lesur brævið, sum tú skrivar, so sæst. at tú hevur rættiliga nógvar negativar tankar um teg sjálva. Royn og vend tí til at hugsa positivt um teg sjálva!

Tú sigur, at tú følir teg rættiliga einsamalla og kedda, og at tú hevur ringt við at tosa við fólk, sum tú ikki kennir so væl. Eisini biður tú um ráð til hvussu tú skal gera. Eitt hugskot er, at tú kanst gera tað, sjálvt um tú ikki torir. Ikki hugsa so nógv um tað, men ger tað bara! So venur tú teg kanska við tað, og fer ikki at hava so ringt við at gera tað, jú oftari tú roynir. Eisini sigur tú, at tú heldur teg vera “meant to be” single forevever. Eg veit ikki, hvussu tú fær teir tankarnar, men tað kann koma av at tú ikki heldur teg vera nóg góða, sum tú ert. Tú ert uttan iva góð nokk sum tú ert, og tað eru nógv, sum halda teg vera nógv betri enn tú sjalv heldur teg vera.

Royn og ver góð við teg sjálv!.

Vónandi fer alt at ganga frammá hjá tær, og vónandi fert tú ikki at kenna teg so einsamalla. Um tú ikki kennir tað, sum at tú kanst tosa við nakran um tað, sum tú hugsar um, so ert tú altíð vælkomin at skriva inn her aftur, ella kanst tú kjatta við okkum.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin