Hey “hulk snøft”
Eg skilji væl, at tú heldur tað vera keðiligt ikki at hava nakran at vera
saman við. Tú skrivar, at tað hvørki eru gentur í tínum flokki ella í
paralell flokkinum, sum tær dámar. Er nakar í tínum vinarskara uttanfyri skúlan, sum tú kanst vera saman við? Og hevur tú møguleika fyri at síggjast við vinkonuni sum skiftir skúla uttanfyri skúlatíðina?
Ein góður máti at koma at kenna onnur sum man ikki gongur í skúla saman við, tað er við at ganga til okkurt, til dømis onkran ítrótt ella okkurt annað áhugamál. Um tú vilt læra genturnar í tínum flokki betri at kenna, so kundi tú eisini roynt at gjørt okkurt saman við teimum, t.d. bjóðað teimum heim til tín okkurt kvøldið og gjørt t.d eitt filmkvøld. Tað kann eisini vera, at tú finnur útav, at har er onkur í flokkinum sum tær dámar.
Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara á 116 111
Blíðar heilsanir
Tú & Eg Ráðgevingin