Góða tú!
Fyrst mást tú orsaka , at vit svara tær so seint. Vit vilja altíð royna at svara brøvum, áðrenn tað gongur ov long tíð , men tíverri ber tað ikki altíð til. Tað ber ikki til at siga júst hvat tað er, ið dreingir leita eftir við einari gentu, líka so lítið sum tað ber til at siga júst, hvat tað er, ið gentur leita eftir við einum dreingi. Tað hevur ofta nakað at gera við persónlig lívsvirðir og hvat ið ein tendrar uppá. Dreingir ganga nógv uppí tað teir síggja og siga kanska, “hon skal síggja gott út og hava góða reyv og stór bróst”. Gentur eru meira kensluligar og siga kanska, “hans skal vera fittur og stuttligur og tolin!”. Ofta hava vit eina “ide” um, hvussu okkara partnari skal síggja út og vera, men tað er verri enn so altíð tann, vit enda saman við. Tí skal ein ansa eftir ikki at bíta seg seg fastan í hesa “ide”, tað kan forða fyri, at ein kanska ikki sær tann dreingin ella ta gentuna, ið betur hevði riggað til ein sjálvan. Eg skilji væl, at tú heldur tað er keðiligt, ikki at hava sjeik, men um hinar ikki høvdu havft sjeik, hevði tú so líka so fegin vilja haft sjeik, ella er tað mest tí at hinar hava sjeik, at tú eisini vilt hava? Ein sjeikur er einki garanti fyri, at tú fært tað betur við tær sjálvari, og tú skalt ikki tillaga teg og broyta uppá teg sjálva soleiðis at “tú” kanst rigga til “hann”.
Tað ger teg ikki glaða og tað verður alt ov strævið hjá tær í longdini. Og um tú virkar ov desperat, kenna dreingirnir tað kanska eisini á sær og teir blíva ótryggir. Heldur enn at fokusera so nógv uppá at tú ikki hevur sjeik so kundi tú roynt at fokusera meira uppá teg sjálva. Ger ting ið gera teg glaða, vera saman við vinfólki, ger meira av tí, tú ert góð til, góðtak at tú ongan sjeik hevur og trúgv uppá, at hann nokk skal koma – og hugsa jaligt. Um tú blívur við at hugsa, hvussu rotið tað heila er, at eingin vil hava teg og at tú ongantíð fert at finna nakran sjeik, ja, so er rættiliga sannlíkt, at tú heldur ikki gert tað. Tín hugburður og soleiðis, sum tú hugsar um teg sjálva, hevur rættiliga stóra ávirkan á hvussu tínar umstøður fara at vera og hvat tað er fyri dreingir tú møtir. Lívið hevur so nógv gott at bjóða og fyrst av øllum er tað tú sjálv, ið er høðvusinnihaldið í tínum lívi – ikki nakar drongur.
Kærar heilsur
Tú & Eg ráðgevingin