Search
Close this search box.
Hey hey (: Eg havi ein trupulleika við mær sjálvari. Eg eri altíð súr og eg veit ikki hví? Eg eri skuffa av øllum, og ikki hví?   Eg havi eisini mega lágt sjálvsvirði og eg gráti ofta tá eg eri einsamøll. Ongin skilir meg, um eg royni at fortelja teimum hvat er galið…  Eg leggi av at roykja; er tað tí?   Eg eri virkuliga bangin fyri at missa mínir vinir av tí ): Hvat kann eg gera? Eg veit ikki hvat er galið við mær!

Hey!
Og takk fyri brævið. Vit hava øll ymiskar kenslur, sum vit føla, bæði góðar og minni góðar. Sum tannáringur hevur ein ofta nógvar kenslur, sum eru truplar at skilja. Tað er ikki óvanligt at hava keðiligar kenslur, men um kenslurnar vara ógvuliga leingi og tú ikki merkir nakra gleði, er tað týdningarmikið, at tú tosar við onkran um tað. Tú sigur, at ongin skilir teg tá, tú roynir at fortelja teimum, hvat er galið, men um tú hugsar teg væl um, er so ikki onkur, ið tú kann tosa við? Ein vaksin í familjuni, á skúlanum ella aðrastaðni? Tú kanst siga sum er, at tú kennir teg kedda og er ofta súr, uttan at tú veit hví. Tað er ikki altíð neyðugt at hava eina góða grund fyri, hví man følir tað júst soleiðis. Onkuntíð er tað bara so. Tosa eisini við tíni vinfólk um tað, tí tey munnu eisini onkuntíð føla tílíkar kenslur og hava eisini brúk fyri at tosa um tað. Tað er ordiliga flott at tú leggur av at roykja, tillukku við tí! Tá tú leggur av at roykja, fer heilin at sakna nikotini, ið finst í sigarettunum. Tú kann byrja at merkja eina trongd til at roykja og blíva meira ill og irriterað, hava ilt við at samla teg, verða í verri lag, fáa høvuðpínu og hava hug at eta meira. Hesi tekin kunna vara í ein mánað, hjá onkrum eitt sindur longri. T.d. hugurin til sigarettirnar og tað at hava ringt við at samla seg, kann vara nakað longri enn ein mánað. Tað ber eisini til at fáa hjálp, tá ein leggur av at roykja. U finnur eina rúgvu av kunning um tað inni á www.stoplinien.dk, ið er ein hjálparheimasíða til ung, ið vilja gevast at roykja.
Eg vóni, at tú fær brúkt okkurt av hesum og eg ynski tær alt tað besta.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…