Search
Close this search box.
Hey tittú
Eg vil takka fyri svarið eg fekk, og nú vil eg spyrja um nakað annað.

Eg gangi í 7. flokki og eg trívist væl millum klassakammeratarnar, men eg havi eitt stóran trupulleika við lærarunum, teir kunnu ikki tola meg, hví veit eg ikki, hinir dreinginir, fáa at vita, at teir skulu ikki fylgjast við mær eg blívi keddur av tí.

Eg føli at teir ikki vilja hjálpa mær, um tað er okkurt eg ikki dugi, teir tosa eisini ljótt til mín haldi eg, eg góðtaki ikki alt, so eg kann blíva illur tí teir brúka tað við at sláa og tað góðtaki eg slett ikki so blívi eg fræt ørur og brúki eisini ljót orð. Tá er heilt galið. Er tað bara lærarir íð kunnu brúka ljót orð og niður setandi setningar um okkum børn.

Foreldur kunnu ikki hjálpa, tí so blíva lærarir súrir inn á tey og halda at tey bara forsvara síni, men tað haldi eg ikki, ongin happar so nógv sum lærararnir sjálvir.

Sjálvt um skúlin skuldi verið fremst við at steðga happing, so mugu lærararnir eisini.

Eg verði keddur, tá ein lærari situr og rópar okkurt keðiligt til onkran annan, eg haldi at teybørnini kunnu ikki gera við tað, tað hjálpir ikki at rópa alt upp.

Eg havi lisið um happing og kenni nógv aftur, kann hetta koma undir happing.

Góði ‘hvat er happing’
Tað er gott, at tú skrivar um hetta evnið, tí tú ert nokk ikki einsamallur um hendan trupulleikan.

Bæði vaksin og børn kunnu happa og verða happaði.

Tá ein lærari ger seg inná næmingar, og sigur við hini børnini, at tey ikki skulu fylgjast við einum næmingi, kann tað væl vera happing.

Tú nevnir, at lærarin slær næmingar. Tað er eitt álvarsamt lógarbrot, sum okkurt má gerast við. Eitt tú kanst gera, er tosa við flokslæraran. Bið hann um ein fund við teg, har tú kanst fortelja um tínar trupulleikar. Um tú ikki hevur álit á flokslæraranum, kanst tú tosa við onkran annan lærara ella skúlastjóran.

Skúlastjórin hevur ábyrgd av lærarunum, og um ein lærari ger nakað galið, eigur stjórin at tosa við hann.

Tú sigur, at tú verður fratørur og brúkar ljótan munn, og at lærarin eisini ger tað.  Tað loysir onki at banna og blóta, man kemur nógv longur við at tosa pent saman. Tað kann vera at flokslærin ella stjórin kann hjálpa tykkum at tosa saman og loysa konfliktirnar, sum eru millum teg og læraran. So kunnu tit eisin tosa um, hví hann biður hinar næmingarnar halda seg frá tær.

Foreldur kunnu altíð hjálpa, um børnini hava trupulleikar. Tað loysir seg altíð at tosa saman um trupulleikar. So um tú ikki torir at tosa við nakran lærara, kanst tú altíð biðja tíni foreldur seta seg í samband við skúlan.

Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur ella ringja til okkum á 116 111

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…