Search
Close this search box.
Hey! Takk fyri ein super brævkassa! Eg havi leingi hugsað um, hvat er sunnari at drekka, juice ella sovorðið fun light saft. Tað stendur til at vera meira av kalorium í juice, men er tað ikki eisini c ella b-vitamin í tí? Eg royni at klænka meg, so eg vil helst drekka tað sunnasta. Hevði mær dámt vatn, hevði eg drukkið tað, men síðani eg ikki geri, má eg drekka okkurt annað. So ja, hvat er sunnari av tí? Ella er tað kanska nakað annað, ið eg kann drekka ístaðin? Takk fyri(:

Hey og takk fyri spurningin, sum er viðkomandi fyri nógv, ið vilja klænka seg! Tað er heilsubetri at drekka djús enn at drekka vanliga saft, sjálvt um sukurinninhaldið er umleið tað sama. Tó eru vitaminir og mineralir í djúsinum, so tað er vert at velja fram um. Tað verður mælt til ikki at drekka meira enn 1 glas av djúsi um dagin, um ein vil klænka seg. Fun light saftin, sum tú spyrt um, inniheldur eitt søtievni cyclamat, ið er skaðiligt at drekka í stórum mongdum, hóast tað er góðkent søti-evni. Tað er ikki heilsugott at drekka light saft í so stórum mongdum, sum tú annars eigur at drekka av vatni hvønn dag. Tað eru nógv sløg av saft, og summi er heilsubetri enn onnur. Tó vil eg ráða tær til at finna fram til, hvørjar fruktir, ið tær dámar, t.d. appelsin, citrón, grape ella ananas, síðan skera tað í bitar ella skivur og koyra tað í eina vatnkannu, og síðan koyra kalt vatn í, og tá skal tær nokk dáma vatnið, sum fær ein frískan smakk av frukt. Tað er bert neyðugt við einari frukt til hvørja kannu av vatni, so tað er bæði tann bíligasta og heilsubesta loysnin.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…