Search
Close this search box.
Héey:D 1000 takk fyri at tit hava hendan brævkassan:D hann er mega góður:D. Okay, mín trupuleiki er tað at eg føli eg mega EINSAMALLA: (men eingin veit tað, (haldi eg) Ta eg komi heim spæli eg sum um eg havi havt ein góðan dag í skúlanum, kanska havi eg tað, men eg føli meg einsamalla. Eg havi ongar vinir men eri onkuntíð saman við einum systkinabarni sum er 2 ár yngri enn eg. Eg havi mega lágt sjálvsálit, tí eg eri nokk so mega yvirvekti : (eg má fáa nakrar vinir sum eg kann stóla uppá, tí eg hevði nakrar, men fann síðan út av, at eg ikki kundi stóla uppá tær, og tað knústi meg. Eg klári onki sjálv og eri fyri tað mesta heima hjá okkum. Og heima hjá okkum er tað ikki so lætt. Mamma hevur tað sera ringt tí hon misti systir sína (also mostir mína) fyri eitt sindur meira enn einum ári síðani, og tað gongur nógv út yvir okkum øll. Eg vil bara at mamma kemur víðari og ikki situr føst í tí. Eg havi mega brúk fyri hjálp+ familjan hjá mær, plisssssss hjálp tí eg veit ikki hvussu nógv eg klári aftrat. HJÁLP MÆR:'(

Góða Hvat hendir?
Takk fyri brævið. Tað er óført at tú skrivar til okkum, tí tað ein góð byrjan, at tú fært sett orð á tínir trupulleikar, og tað tú hugsar. Tað er ótrúliga keðiligt, ikki at hava nakran at vera saman við, sum er um sama aldur sum tú. Men tað er ikki so gott, at tú letur sum um alt er í lagi, tí so verður tað verri hjá tínum nærmastu at hjálpa tær. Tað er umráðandi, at tú tosar við onkran um tínir trupulleikar og tankar. Kennir tú onkran, sum tú kundi hugsa tær at tosa við um trupulleikan, onkran í familjuni ella í skúlanum? Nú sigur tú, at tú hevur mist eina mostur, so tað eru óivað fleiri í familjuni sum eru rakt av hesum, men eg rokni við tey fegin vilja hjálpa tær, hóast tey sjálvi hava tað ringt. Sorgin hjá teimum verður ikki verri, fyri tað um tú tosar við onkran av teimum um tína støðu. Royn at hugsa um onkran sum tú tosar væl við, og fortel hvussu tú hevur tað og at tú faktiskt hevur brúk fyri hjálp og stuðli. Tú kanst møguliga vísa teimum brævið sum tú hevur skrivað til okkum.
Um tú ikki hevur hug ella møguleika at finna eina góða vinkonu ella vin í flokkinum ella í skúlanum, so er ein góður máti at koma at kenna onnur, at ganga til okkurt. Tað kann vera tónleik, skótar, ítrótt, drama ella okkurt heilt annað sum hevur tín áhuga. Á tann hátt kundi tú kanst hitt onkran við somu áhugamálum sum tú, og hetta ger tað ofta lættari at gerast vinir. Um tú byrjar at ganga til okkurt, ella bara kemur út millum onnur ung, so styrkir tað eisini um sjálvsálitið hjá tær.
Tú skrivar eisini at mamma tín ikki hevur tað gott, tí hon misti systir sína, og at familjan hjá tær hevur brúk fyri hjálp. Um mamma tín hevur brúk fyri hjálp, so kann hon fáa tað. Tú kanst nevna fyri henni, at hon hevur møguleika fyri at tosa við kommunulæknan hjá sær, og tann vegin blíva víst til til dømis ein sálarfrøðing. Men minst til, tað er ikki tín uppgáva at fáa mammu tína uppá føtur aftur. Hon má vilja tað sjálv, og skal hava hjálp frá onkrum øðrum vaksnum. Tú kanst eisini siga við mammu tína, at tú skilir væl at hon er kedd o.s.fr., men at tú hevur brúk fyri henni og hennara stuðli. Undir Eg & Lívið stendur nakað at lesa um sorg, kanska kann tað siga tær og møguliga eisini mammu tínari nakað.

Vónandi hevur hetta svarið hjálpt tær eitt sindur. Skriva endiliga aftur, um tú hevur tørv á tí.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…