Góða Genta
Tú skrivar EG við stórum bókstavum og tað er gott. Og at tú skrivar inn til okkara og spyr um ráð vísir eisini, at tú torir at gera nakað við tína støðu. Og tað mást tú og tað eigur tú at gera. Eingin skal finna seg í at verða happað. Tað allar besta er at tú tosar við onkran vaksnan. Fyrst og fremst við foreldrini. Ber tað ikki til, tosa so við ein lærara sum tær dámar væl ella við heilsusystrina á skúlanum (um tit hava eina). Tí happingin skal steðgast og verður tú til dømis happa í skúlanum so hava lærarnir skyldu til at gera okkurt við málið.
Við vón um at tú skrivar aftur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin