Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr
Hvat skal eg gera?
Spurningur:
Hey hey! Eg vil bara líka hava eitt svar! Tit siga onkuntíð tá tit svara, at fyri at fáa meira at vita um sex, kann man fara inn á sexlinjen.dk. Men eg kann ikki fara inn har, tí havi eg verið inn á tí heimasíðuni, so sær tann næsti sum brúkar telduna, at onkur hevur verið inni á tí heimasíðuni. Mamma er altíð inni á mínari teldu og nettup á internetinum. Eg vil gjarna fáa meiri at vita inni á sexlinjen, og hvis mamma kemur inn á internetið, og sær at eg havi verði inni sexlinjen, hvat skal eg so siga? Tað er flóvusligt!
Svar:
Ja tað eru nøkur ting sum eru meiri flóvuslig enn onnur. Um tú bara heldur, at tað er ov pínligt, ella at mammu tíni ikki dámar, at tú fert inn á eina upplýsandi heimasíðu veit eg ikki, men tú kundi kanska sagt at tað hevði nakað við skúlan at gera, møguliga lívfrøði, tað er kanska ein lítil hvít lygn. Hvat kann annars henda um mamma tín sær at tú hevur hugt inn á hasa síðuna? Kanska kundi tú eisini sagt henni sum tað er, at tú ivast í nøkrum viðvíkjandi kynslívi og at tað er for flóvusligt at tosa við hana um, so veit hon hvat tú gert har og verður kanska ikki kløkk tá hon sær at hennara “lítla” dóttir hevur fingið sær upplýsing um kynslív. Tað ber annars til at fara inn á sexlinjen ígjøgnum google ella yahoo, tá tú ert liðug inni á sexlinjen fert tú inn aftur á forsíðuna á google ella yahoo, byrjar at trýsta sexlinjen, men skrivar ikki tekstin lidnan, tí tá tú byrjar at skriva sexlinjen kemur heiti upp undir tekstfeltinum og tann tekstin markerar tú og slettir, so sær mamma tí ikki at tú hevur verið inni á heimasíðuni.
Vinaliga Tú & Eg Ráðgevingin