Góða genta,
Tað er púra vanligt at hava hug til hvørt annað, tá mann er vorðin góð/ur við hvørt annað. Men tá mann er 14 ár, er mann ikki myndigur, tvs. at mann, ífylgi lógini, enn er barn og tískil hevur mann ikki loyvi at hava sex. Mann hevur loyvið at hava sex, tá mann er fylt/ur 15 ár. Tað vil siga, at drongurin, sum tú hevur havt sex við, faktisk kann fáa ein dóm fyri at hava havt sex við tær, um onkur skuldi melda tað. Hetta er sera álvarsamt.
Best hevði tí verið at bíða eitt sindur og minst til at ætla tit at hava sex alíkavæl, nýt so hít hvørja fer, so tú ikki gerst við barn ella tit fáa kynssjúkur. Minst eisini til, at ein ikki nýtist at skunda sær. Tú fert at hava nógv ár, tá tú verður eldri, har tú kanst njóta sex.
Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin