Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
hvat skal eg gera?
Spurningur:
Halló! Eg havi ein sjeik, sum er 17 ár, og eg eri 14 ár. Hann hugsar bara um sex og spyr meg altíð, um eg tími at hava sex við honum. Sjálv haldi eg, at tað er ov tíðliga, og hann bønar meg altíð um tað. Eg eri bangin fyri, at hann skjótt neyðtekur meg ella ger tað liðugt við meg. Men eg elski hann soo høgt og kann ikki steðga við at elska hann. Um hann ger tað liðugt við meg, soo fái eg hjartasorg, og fari kanska at skera meg.Tað gjørdi eg fyrr, men tá ið vit komu saman steðgaði eg við tí. Og eg vil ikki byrja aftur at skera meg, men tað er akkurát sum um eg ikki fái stýrt mær :'(.. Hvat skal eg gera ? Skal eg bara hava sex við honum, sjálvt um eg ikki ordiliga havi hug til tað enn ?
Svar:
Góða tú, sum ikki veitst, hvat tú skalt gera!
Fyrst vil eg siga, at sjeikurin hjá tær ikki hevur loyvi at hava sex við tær, áðrenn tú fyllir 15 ár.
Tú sigur at tú ert bangin fyri, at hann ger tað liðugt, um tú ikki skjótt fert at hava sex við honum.
Tú sigur eisini, at tú ert bangin fyri, at hann neyðtekur teg, um tú ikki gert, sum hann ynskir.
Hann hevur sum sagt als ikki loyvi at hava kynsligt samband við teg, og tú hevur allan rætt at bíða til tú verður 15 ár.
Eg haldi, at tað er umráðandi, at tú lurtar eftir tær sjálvari. Tín tørvur og tíni ynski hava líka stóran týdning sum tað, sum tín sjeikur ynskir.
Royn at hugsa um at gera tað, sum gleðir teg.
-Hvat annað kunnu tit gera saman uttan at hava sex?
-Nær følir tú teg best?
-Hvørji fólk dámar tær best at vera saman við umframt tín sjeik?
Viðvíkjandi skeringini, hevur tú so onkran sum tú kanst tosa við um henda trupulleika? Eg vil mæla tær til at tosa við onkran tá tú hevur tað ringt, so at onkur kann hjálpa tær tá tú hevur trongd til at skera teg. Tú kanst lesa meira um hetta evnið undir Eg & Lívið.
Royn at halda fast við tað, sum tú vilt, og so vóni eg, at sjeikurin hjá tær er so góður við teg, at hann lurtar eftir tær og góðtekur teg, sjálvt tá tú sigur nei.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin