Tú ert ikki bara ov ung at fáa barn nú. Tú ert eisini ov ung at fara í song við nøkrum. Á heimasíðuni hjá okkum undir slóðuni Eg & Lívið, stendur nógv at lesa um kynslív hjá ungum, og millum annað eisini at tað er ikki loyvt at hava kynsligt samband við børn undir 15 ár – eisini um bæði eru undir 15.
Tú hevur ein sjeik, sum ikki virðir tíni mørk. Líka mikið hvussu gamal hann er, átti hann at hugsað um hvussu ung tú ert og verið meira ansin við ikki at fara um tíni mørk. Sjálvandi er tað ein trupulleiki í tínari verð at sjeikurin ikki brúkar hít, men tað kann gerast ein stórur trupulleiki hjá honum, um tú verður við barn og hann verður dømdur fyri at hava havt kynsligt samband við barn undir 15 ár.
Tú noyðist at siga við hann hvussu álvarsamt hetta er. Um tað ikki hjálpir at siga tað við hann, so kundi tú eisini roynt at víst honum hetta svarið. Tað er sera gott, at tú lurtar eftir hvar tíni mørk ganga! Um hann ikki virðir hesi mørk, so noyðist tú eisini at umhugsa, um hann er nakað fyri teg…
Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin