Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Hvat skal eg gera?

Spurningur:

heej. Tað er 4 ár síðan tað hendi, eingin veit av hesum eg tori bara ikki at siga tað við nakran, tað er sjeikurin sum mamma mín hevði var altíð so óreinur við meg og einaferð tók hann í armin hja mær og legði meg á seingina og fór oman í buksurnar og tók í har. Hann hevur eisini gjørt verri ting við meg, men tey eru ikki saman longur og mamma er ræðuliga sjúk og grundin er hansara, at hon er sjúk. Eg tori ikki at siga tað við nakran, hann er akkurát farin út úr húsinum tí hann sleppur ikki at vera í húsinmum longur, men lítli beiggi sum hann er pápi til, er onkutíð har sum hann býr, og tá hann kemur heim hevur pápi hansara logið eina h**** rúgvu tað sum at beiggi er ein heilt annar tá hann kemur heim.
Eg hati hann bara so nógv og kann aldrin fyrigeva, tað sum hann gjørdi móti mær. Hann hevur eisini neytikið meg haldi, at tað eitur so. Hvat skal eg gera? Eg tori ikki at siga tað við mammu tí eg havi nógv problemir sum hon heldur ikki veit nakað um....

Svar:

Góða “Hvat skal eg gera”
Tað tú skrivar í brævi tínum er ógvuliga álvarsamt, og eg kann hugsa mær, at tú hevur tað ógvuliga ringt. Tú hevur verið fyri eini hending, sum eingin eigur at vera fyri. Tí skilji eg eisini væl at tú ert kedd, ill og ikki kann fyrigeva honum. Hesar kenslurnar eru natúrligar at hava. Tað sum tó er umráðandi er, at tú fært møguleika at viðgerða hesar kenslur – annars brennir tú inni við neiligu hendingunum, uttan at fáa tað serliga nógv betri.

Tú skrivar sjálv, at tú ikki torir at siga mammu tíni, at fyrrverandi maður hennara hevur gjørt seg inn á teg. Tað kann verða ógvuliga ringt at skula fortelja einum øðrum persóni um nakað, sum er so ringt fyri ein. Men tað er tó ógvuliga umráðandi at tú gert tað, soleiðis at tú kanst fáa tað betri.

Fyrsta stig fyri teg kundi verið at ringt inn á okkara telefonráðgeving og tosa við ein ráðgeva. Ráðgevingin er anonym, og hetta merkir at tær ikki nýtist at upplýsa navn. Og eingin annar fær at vita, hvat tú og ráðgevin tosa um. Hetta kann vera ein góður máti hjá tær at fáa loyvi til at tosa um ágangin, tú hevur verið fyri. Eri heilt sikkur uppá, at tú hevur tað betri aftaná at tú hevur tosað við ein ráðgeva, og kanska tú síðani torir at tosa við mammu tína. Telefonnummarið er 116 111.

Ynski tær alla lukku framyvir!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin