Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
Hvat skal eg gera?
Spurningur:
Hey. Eg havi eina bestu vinkonu, og vit hava altÃð verið tað, sum eg faktist føli útnyttar meg uppá nógvar mátar. Tað virkar sum hon er ræðuliga øvundsjúk inn á meg, tà hon heldur at eg fái alt og eg havi eitt perfekt lÃv. Men soleiðis er tað ikki. Tað eru eisini problemir heima hjá okkum, sum hon ikki veit av. Og hon klárar ikki, at eg eri saman við nøkrum øðrum uttan at eg eisini sigi henni frá. Men tað kann hon gott. Og hon svarar mær ikki so pent aftur hvis eg spyrji hana um okkurt. Hvat skal eg gera?
Svar:
Takk fyri brævið. Tú skrivar um tÃna bestu vinkonu, og spyrt, hvat tú skalt gera, tà tú upplivir, at vinkonan hevur ein keðiligan atburð Ãmóti tær. Tú sigur, at hon útnyttar teg, er øvundsjúk, svarar tær ljótt aftur og setir mørk fyri teg, tá tú ert saman við øðrum.
Tit hava altÃð verið vinkonur, sigur tú, og tá er tað sárandi at uppliva at vinkonan hjá tær ikki er fitt Ãmóti tær. Tá tit hava verið vinkonur sÃðani tit vóru smágentur, kann tað vera, at tit nú hava brúk fyri at tosa saman á ein annan hátt.
Tað er umráðandi, at tú fært sagt við hana, at skulu tit halda fram sum vinkonur, kanst tú ikki góðtaka hennara atburð. At hon má virða teg, sum tú ert, at tú verður kedd tá hon svarar tær ljótt aftur, og at tú eisini mást hava loyvi at vera saman við øðrum vinkonun, tà tað hevur tú tørv á. Vinkonur eiga at stuðla hvørja aðrari, verða góðar hvør við aðra, gleðast um at vera saman og gleðast tá tað gongur væl hjá hinari vinkonuni.
Um tú hevur hug, kanst tú seinni siga henni frá tÃnum trupulleikum heima, so hon kann skilja teg og eisini betri verða før fyri at stuðla tær. VÃs henni, at tú eisini ert har fyri hana, um hon hevur tørv fyri stuðli.
Vónandi kanst tú brúka hetta svar, og vónandi fer tykkara vinarlag at mennast, so tit kunnu gleða hvørja aðra.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin