Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
Hvat skal eg gera?
Spurningur:
Hey,eg havi eitt nokkso stort problem, eg havi sjeik og eg eri totalt forelskað í einum øddum dreingi, eg eri pura LOST eg veit ikki hvat eg skal gera ... ?
Svar:
Góða Tú “Hvat skal eg gera”
Tú skrivar at tú hevur ein sjeik, men ert totalt forelskað í einum øðrum dreingi.
Tað er kanska ein trupul støða, men tú ert ikki í iva, hvat ið tú følir, og tað er í hvussu so er, ein góður vegvísari. Tað er tó sjálvandi torført at skula siga hetta fyri sjeikinum, men eg vil ráða tær til at vera erlig og fortelja honum sannleikan.
Góða eydnu við kærleikanum!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin