Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr
Hvat skal eg gera?
Spurningur:
hey eg hati at sita framman fyri skermi.. men tað er blivin 1 óvani.... vinnkonurnar hjá mær sita eisini allar framman fyri skerm allan dagin og tíma einki meira.... eg havi roynt at fáa tær til at spæla úti saman við mær men tær tíma einki..... hvat skal eg so gera?????
Svar:
Hey “hvat skal eg gera”
Túsund takk fyri brævið. Eg skilji væl at tær ikki dámar at sita frammanfyri telduna allan dagin. Tað kann gerast í so keðiligt ongantíð at geraspæla nakað annað saman við sínum vinkonum. Tú skrivar at tú hevur roynt at fáa tínar vinkonur við tær út at spæla, men at hetta ikki hevur eydnast. Hvat við at gera eina roynd aftrat? Tú kanst til dømis spyrja vinkonurnar, hvat tær hava hug til at gera. Tú kanst eisini sjálv koma við onkrum hugskotum so sum, at tit kunnu fara at svimja, gera dansi seriur, ganga súkkla tykkum ein túr ella lurta eftir tónleiki. Vónandi eydnast tað tær at fáa tínar vinkonur at gera okkurt annað saman við tær. Tú ert altíð vælkomin at skriva ella ringja til okkara á tlf. nr. 116 111.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.