Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr

Hvat skal eg gera?

Spurningur:

Hey ! Eg havi Trupuleikar í skúlanum (við vininum ) tað er Næstan 0ngin sum kann tola meg :'( eg orkið ikki at liva sodan :'( eg havi eitt keðuligt lív :'( 
og eg ANIÐ ikki hvat eg skal Gera :'(
eg vil hava onkran at tosa við ella okkurt :'(

Svar:

Hey ‘hvat skal eg gera’..
Tað er gott at tú skrivar til okkara. Tí tað er ikki lætt hjá tær at føla at tú hevur eitt keðiligt lív. Og tað er eisini ringt hjá tær at hava tað so, at tú heldur at tað næstan ikki er nakar í skúlanum sum kann tola teg. Tað er ongantíð lætt at hava trupulleikar við vinunum, og at føla seg uttanfyri.
Er tað ikki onkur vaksin sum tú kanst tosa við um hesi tingini? Foreldur, systkin, ella kanska onkur lærari, sum tær dámar væl?
Tú sigur sjálv at tú vilt hava onkran at tosa við ella okkurt. Tí er tað kanska ein stór hjálp hjá tær, um tú finnur onkran vaksan, sum tú stólar uppá, at tosa um hesi tingini við.
Tú kanst eisini ringja til okkara á tlf 116 111 og fortelja meira um, hvussu tú hevur tað. Kanska vit fáa hjálpt tær?. Um tú heldur vilt skriva, so kanst tú eisini gera tað.

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin