Search
Close this search box.
Hey Eg havi ein spurning um hvat eg skal gera við hetta? Eg havi ein pápa sum blívur eitt sindur ov illur viðhvørt. Pápi mín blívur ofta orduliga illur, skrálar og brýtur ting. Hann hevur brotið nógv ting í illsinni, so sum, tallerkar, skálir, koppar, gløs, kannur, teldur, sjónvarp og annað. Eg komi ofta heim til klandur og skrál, hjá beiggja mínum og pápa mínum, og eg vakni eisini ofta av tí. Í gjár vaknaði eg, og babba bleiv orduliga illur, hann skrálaði og blakaði allan morgunmatin av borðinum og slóð beiggja mín, fyri aðru ferð. Eg orki bara ikki at vera millum hettar, hvat skal eg gera?

Góða genta 14 ár,  tað er ikki ílagi , at pápi tín missir tamarhaldið, brýtur ting, rópar og geylar og slær beiggja tín. Harðskapur er ongantíð ílagi. Pápi tín hevur stórar trupulleikar, er strongdur, hvat so er orsøkin. Tað skrivar tú onki um. Haldi tú skal tosa við eineina í familjuni hjá pápa tínum, sum tit bæði hava álit á og, sum kennir tykkum væl, deils vil tað lætta um hjá tær,  og deils kundi viðkomandi tosa við pápa tín. Treingir hann til hjálp, drekkur hann? Hevur hann skuld ella annað álvarsligt, hevur hann ov nógva ábyrgd og arbeiði í mun til, hvat hann klárar.  Hvussu hava tíni foreldur tað saman? Her eru nógvir spurningar, men her og nú, um hann treingir til at avreagera, kundi hann runnið nakrar kilometrar ella onnur hørð kropslig venjing. Eisini haldi eg, tú skuldi ringt (tlf.809010) ella kjatta við okkum,  eg eri samd við tær,  tú mást gera nakað og helst fáa ein vaksnan persón, tú hevur álit á at hjálpa tær.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…