Search
Close this search box.
Hey Tú & Eg Ráðgevingin.
Eg eri ein ung genta ið hevur alt (halda øll). Men tað er IKKI so! Mítt lív er FUCKAÐ fyri at siga tað beint út. EG hati meg, mín kropp mest, og hvussu eg eri. 
Mín kroppur er ljótur, vemmiligur og alt. Eg eri MEGA feit! Men tað siga hini ikki at eg eri! Men eg lurti ikki at øðrum, tí eg veit hvussu nógv fólk kunnu lúgva. Eg vigi ca 54 kg, men tað er ov nógv. Eri uml. 170 ella har á leið, long.. mítt bmi tal er 18, 21, men eg vil tað SKAL vera hvussu er 17 ella 16…  vil viga HÆGST 45 kg. Eg haldi sjálv, at eg burdi vigað 35 kg. Hvat halda tit? Er tað ov nógv ella lítið?
Men ja, nú komi eg tíl alt hitt. Eg eri MEGA ljót! Tú trýrt tí ikki. Havi mega lágt sjálvsálit. Míni foreldur eru mega fitt og tað tey skulu, men tey eru alt ov seriøs. Smílast aldrin til mín og eru altíð súr við meg og skelda meg. 
Tað er BARA eg i húsinum sum ruddar og vaskar. Mamma ger lítið av tí, tí hon sigur hon hevur annað at taka sær av. Men tað passar IKKI. Hon ger onki! Eg orki ikki at bara eg skal gera okkurt allatíð… hvussu skal eg siga tað?
Og so er tað tað. EG havi skorið meg ofta. DJÚPT, ikki fyri at drepa meg, men bara fyri at øll pínan ið eg beri, skal heldur koma í sárið og blóðið í rennur, enn alt hitt.. Men dog havi eg havt tankarnir um at gera av við meg, men nei .. tað klári eg ikki alíkavæl .. havi fingið at vita at eg eri sálarliga sjúk. Eri eg tað ?

Góða ‘hvat skal eg siga um alt’
Takk fyri brævið. Tað er gott, at tú skrivar til okkum, tí tað eru sanniliga stórir trupulleikar, sum tú stríðist við. Tú sigur, at tú vigar 54 kg, og er 170 cm. Um tú heldur, at tað er ov nógv, hevur tú ikki eina heilt realistiska fatan av kroppinum. Tá man hevur eitt BMI sum er 18, so byrjar man faktiskt at tosa um undirvekt. Tú vilt niður á eitt BMI, sum er 17 ella 16. Tað er sjálvandi alt ov lágt – tað er so lágt, at tað beinleiðis er vandamikið fyri kroppin. Tað kann vera tekin um, at tú ert við at fáa etingarólag. Um man vigur so lítið steðgar kroppurin at mennast og man kann blíva álvarsliga sjúkur og gera stóran skaða á kroppin. Tú kanst lesa meira um etingarólag á heimasíðuni: www.spiseforstyrrelser.dk

Tú skrivar eisini at tú heldur teg vera ljóta og vemmiliga. Tá man hevur tað sum tú, heldur man ofta, at man er tjúkkur hóast man í verunleikanum ikki er tað. Tað at tú skerir teg, sigur eisini nakað um at tú hevur tað ringt. Tað at tú hevur tekin uppá etingarólag og at tú skerir teg kann verða tekin uppá at tú hevur sálarligar trupulleikar, og at tú tí skalt hava hjálp sum skjótast. Er tað ikki onkur vaksin sum tú kanst tosa við um hesi viðurskifti, t.d. onkur í familjuni? Tí tað er sera umráðandi at tú fært hjálp til at steðga hesum sum skjótast. Tú kanst eisini fara beinleiðis til læknan við tínum spurningum.

Tú skrivar eisini at foreldur tíni eru fitt, men eru súr og skelda teg. Tú sigur, at tú gert nógv í húsinum, men at mamma tín sær tað ikki. Kanska skuldi tú roynt at tosa hampuliga við foreldur tíni um hetta – siga við tey, at tú ert kedd av at tað er soleiðis.Um tað er ov torført, kundi tú kanska víst henni brævið, sum tú hevur skrivað til okkum, har tú greiðir sera gott frá tínari støðu.

Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…