Search
Close this search box.
Eg siti her aftur eitt leygarkvøld og bíði eftur mín farti til býðin at drekka og eg havi akkurát dekka míni sár sum eg skar á armin í gjár,tað er dekka við brúnkremi og armbondum,eg hopið ikki nakar sær tað,tí hvat skal eg siga? eg fari ikki at siga tað er tí at eg eri pissi deprimera,bangin at fara í próvtøku,bangin fyri ex-sjeikinum hjá mammu,bangin fyri at ein vinkona skal doyggja aftur,bangin at verða sligin,voldtikin,bangin fyri at minnast alt sum er hent ,siga eg eri so kedd tí eg ikki veit hvat eg skal gera,eg vil bara..,hvissi eg kundi broytt mína fortíð, eg vildi gjørt so nógv annarleiðis,eg var í býðnum sísta vikskifti og fekk black out og eg vakni upp hjá einum drongi og eg minnist at hann var harligur tí eg ikki vildi mogga men eg mátti tí hvar skuldi eg fari? ringt eftur mammu og fingið skeld,allar hinar vinkonurnar høvdu ikki gjørt nakað,ella eg veit ikki….,hetta er ikki fyrstu fer…,eg bleiv voldtikin av ex sjeikinum hja mammu eg var 9-11 ár eg minnist ikki serliga nógv tí eg vil gloyma tað men eg minnist hvussu illa hann lugtaði av alcaholi..eg bleiv sligin og hótt av honum,hann var so falskur tá hann var millum fólk at…eg havi verði sligin,stalka,voldtikin,hótt við lívinum,buka niður,ikki tora í býðum,eina tíð var tað ein vinmaður í alla tí máttu ringja til mín, tí at ex sjeikurin hja mær var svaaakur inná meg, hann hótti meg við lívinum og tað ringasta er hann meinti tað tí hann hevði prøva tað,eg havi verði so langt nirri at eg royndi at gjørt sjálvmorð men eg spýði bara alt upp aftur í 2-3 dagar og hevði tað mega ringt,lá bara inni í kamrinu hja mær tí eg hevði “febur”,eg havi arr allastaniðis men eg dugi bara so væl at finna uppá eina aðra sannheitt.. eingin veit nakað um nakað hja mær ella um meg,hvussu eg havi tað,hvat er hent,hvat eg havi gjørt osv ,einsta sum visti onkur smáting liggur nirri í grøvini nú tíverri…eg veit ikki, eg fari aftur í býðum drekka meg skít,vakni upp hja onkrum,blívi skelda ella baktala og føla meg illa tí aftur gjørdi eg okkurt dumt og so aftur í skúla. Eg havi onki sjálvsvirið longur t.d um eg dámi onkran drong so haldii eg meg so langt vekk frá honum sum eg kann !.. eg havi ikki set nakran spurning tí eg veit ikki hvat eg skal spyrja..eg veit ikki,orskað eg havi spilt tykkara tíð at lisi hetta,mátti bara fáa tað út haldi eg..      

Góða tú!  
Takk fyri títt bræv! Tað er gott, at tú skrivar og setir orð á, hvussu rótut títt lív er blivið, og sjálv ynskir at gera okkurt øðrvísið í framtíðini. Tú mást halda uppat við at drekka. Tú blívur við at koma tær sjálvari út í óføri og søkja upp støður, ið minna um júst tað støðu, tú upplivdi, tá ið x- sjeikurin hjá mammu tíni neyðtók teg sum barn. Tú “re-traumatiserar” teg sjálva um aftur og um aftur og letur menn missnýta teg og fara við tær, sum teir hava hug til. Títt lív er eitt kensluligt kaos og tú brúkar sex, harðskap, rúsdrekka og pillbýtt mannfólk, til at viðlíkahalda títt kaos. Tú hevur mestsum mist tamarhaldið á tínari atferð og tú gert tað so avgjørt ikki lættari fyri teg sjálva, soleiðis sum tú bara “traðkar speedaran í botn”.

Tú hevur roynt sjálvmorð – men vilt tú veruliga doyggja? Ella hevur tú kanska bara uppgivið at liva? Eg veit at tú hevur tað ringt og eg haldi veruliga at tú átti at leitað tær serkøna hjálp. Men góða tú, tú mást eisini hjálpa til sjálv. Uttan mun til hvussu ringt tú hevur tað, so er tað bara tú sjálv ið kanst avgerða, um tú vilt fáa tað betur. Og tú hevur uppiborið at fáa tað betur. Og tú mást finna títt sjálvsviðri aftur og byrja at hugsa øðrvísi um teg sjálva og broyta atferð. Tað er soleiðsi við okkum menniskjum, at vit uppá mangar mátar eru stýrd av okkara tonkum. Og okkara tankar stýra ofta okkara kenslum og okkara atferð. Um tú velur at hata teg sjálva og hugsar um sjálvmorð og hvar tú skalt skera teg, og nær og hvar tú skalt drekka teg skít, og hvørjum tú moggaði síðst og øllum tí tú ert bangin fyri ið skal henda tær og alt tað “ræðuliga” ið longu er hent tær, so “fóðrar” tú tín heila, tín kropp og tína sál við hesum “sannleika” og tín veruleiki verður eisini hareftir.

Alt sum tú gert í dag er tað meira sannlíkt, at tú eisini gert í morgin. So um tú veruliga vilt fáa tað betur, so mást tú taka teg saman og hugsa og gera okkurt annað. Og sum eg longu havi sagt við teg – lat vera og drekk. Tú bara fært tað ringt av tí. Og um tú ikki hevur vilja til at lata vera við at drekka so fær til lækna og bið hann ella hana um at seta teg á antabus. Tað kann hjálpa tær at lata vera við at drekka tá ið trongdin er har. Og lat síðan vera við at fara í býin og ganga úti um næturnar.

Tú ert bæðið strongd og sperd og tín kroppur hevur brúk fyri hvíld – um náttina skalt tú sova. Og droppa sex og alt moggaríið við tilvildarligum mannfólkum. Tað endar við at tú verður við barn og so vera tingini bara enn meira fløkjaslig hjá tær. Og hugsa um hvat tú etur og et regluliga og et vanligan góðan mat. Men et ikki ov nógv í senn og ansa eftir, at tú ikki byrjar at “misnýta” mat og brúka mat sum “kenslu doyvara”. Gang ein túr um dagin og kanska renn av og á. Tú skalt hava fríska luft hvønn dag. Tað styrkir teg og fær títt høvd at klárna. Og heldur enn at fokusera uppá hvussu ræðuligt títt lív er. So byrja og fokusera uppá okkurt gott. Tað er altíð okkurt gott til – eisini hjá tær. Og finnur tú einkið – so finn uppá okkurt og skapa okkurt gott sjálv.

Brúka tínar vinir ella onkran tú hevur álit á og fortel  hvussu tú hevur tað. Tú hevur brúk fyri at “lufta út” og neyvan fara tey at hugsa ilt um teg,  øll hava sítt at stríðast við – tú ert ikki nakað eindømi. Og far í gongd við at gera okkurt sum tú tímir og sum ger teg glaða. Jú meira góð ting tú velur at “fylla á” við, jú minni er plássi fyri teimum ringu – so einfalt er tað veruliga. Tú hevur brúk fyri at skipa tín gerðandisdag og koma burtur úr tínum kaos. Tú stýrir tínum lívið – tak ábyrgd og byrja at skapa tær tað lív tú vilt hava. Eg veit tað er ringt – serliga tá ið alt bara er “fucking líka mikið”. Men tað er einasti mátin tú kanst koma víðari uppá. Set tær fyri at tú vilt hava tað gott. At tú ikki finnur teg í  at vera kúga av tínari fortíð og tínum býtta sjálvsviðri meira. Hví skuldi tú veri minni verd enn onnur? Hevur tú ikki rætt til eitt gott lív júst sum øll onnur hava tað? Tú ert góð nokk sum tú ert og lívið er ikki altíð rættvíst – tað kanst tú ikki gera við. So hang teg ikki fasta í tína fortíð, hon er kortini bert eitt vánaligt minnið og als ikki verd at brúka tíð uppá. Hvat droymir tú um? Hvussu vilt tú hava at títt lív skal vera? Øll broyting tekur tíð.

Góða tú. Byrja og brúka tína tíð uppá at broyta títt lív til tað betra. Og gev tol og trúgv uppá at tað eisini blívur tað. Og hevur tú brúk fyri hjálp ella bara at tosa við onkran so kanst tú altíð kjatta við Tú & Eg Ráðgevingina. Vit vilja altíð fegin tosa við teg.  

Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin    

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…