Search
Close this search box.
Allar genturnar í mínum flokki hava bróst – uttan eg! Míni eru so lítil! :'( .. Eg føli meg so illa tá vit fara í brús í skúlanum, og eg gráti ofta yvir at míni bróst eru so lítil. Eg gangi ongantíð í strømmum blusum, tí tá sær man so væl at míni bróst eru lítil. Eg hati míni bróst! Hvat skal eg gera?! :(

Góða tú, sum kallar teg ”hví eg?”
Tað er ikki lætt hjá tær nú, meðan tíni bróst standa í vøkstri. Tað er so ymiskt, hvussu bróstini vaksa. Summar gentur hava stór bróst í tínum aldri, og tað eru tær keddar um, og tað eru nógvar gentur, sum eru í tínari støðu beint nú og eru keddar um at bróstini eru so lítil.
Tað er ofta so, at vit hugsa mest um tað, sum vit eru ónøgd við, og gloyma alt tað á okkara kroppi, sum vit eru nøgd við.
Meðan tú stendur í vøkstri, er tað heilt nátúrligt, at tú ert ónøgd við tíni bróst. Tað kann kanska hjálpa tær nú, at tú letur teg í klæði, t.d. ikki í eina stramma blusu, men annars í okkurt, sum framhevjar annað á tínum kroppi, sum tú ert nøgd við og følir teg væl í.
Tú sigur, at tú hatar tíni bróst nú, men tað kann tíbetur broytast, sum tú blívur eldri, so at tú fert at vera góð við tíni bróst seinni.

Alt tað besta!

Blíðar heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…