Search
Close this search box.
Hey tit! Eg datt um hesa síðu, tá ið eg leitaði eftir einum brævkassa, og hugdi eftir spurningum og svar, ið lógu á her, og helt at eg burdi ikki latið síðuna aftur, men geva tí eina roynd. Eg havi ein trupulleika, ið hevur lagt ein tungan stein á hjartað á mær, og sett knúta á magan á mær. Eg havi verið saman við mínum sjeiki í 2 ár nú, og havi í teir síðstu 2-4 mánaðarnar følt at okkurt er galið. Eg havi følt at hann goymir okkurt fyri mær, og av tí, havi eg haft dreymar, har hann er ótrúgvur, tann síðsta mánaðin. Men nú fyri nøkrum døgum síðani kláraði eg ikki óvissuna longur, og gjørdi tað, ið man aldrin skal gera. Eg hugdi í telefonina hjá honum. Og í telduna. Har vóru summi sms, sum gjørdi meg sorgarbundna, men tað var av orðingina, sum t.d at hann kallar vinkonurnar fyri penagóða (sum eg bert vil hava at hann kallar meg, um tað gevur meining..) so hugdi eg í telduna, og har er ein rúgva av tingum, ið eg í byrjani tvætlaði við, tí tað er vanligt hjá mannfólki at hava okkurt slíkt á telduni. Men so fann eg útav at tað liggur alt goymt nú… Serligani eitt, ið eg spurdi ‘hvat er hattar?’ og fekk svarað at tað var okkurt sum var til eitt spæl, sum ikki riggaði, sum knappligani ikki longur var á skriviborðinum á telduni… Nú var tað goymt, og so finni eg útav at tað var eitt videoklipp, ið man ikki vil síggja, og aldrin hevði trúð, at nakar yvirhøvir hevði funnið uppá at gjørt. Tað ið gjørdi at eg bleiv bangin, var at tað var gott nokk okkurt við spælinum at gera.. Tað var teldugjørt sum spælið sjálvt.. Eg veit ikki hvat eg skal gera… Hettar er ein síða av honum, sum eg aldrin havi sæð fyrr.. Har eru onnur ting, men tað verður ikki nevnt her.. Skal eg konfrontera hann? Ella skal eg lata hettar ganga útyvir okkara forhold, har eg at enda ikki klári at stóla uppá hann longur, og ikki klári at hyggja uppá hann? Summar nætur stendur so illa til, at eg bert liggji og bíði inntil hann er sovnaður, fyri síðan at sníkja meg úr rúminum, tí eg ikki klári at sova við hansara lið… Hvussu kann eg konfrontera hann?

Góða tú!
Flestu av okkum hava ting í lívinum, ið eru meira ella minni undarlig og sum vit ikki vilja, at onnur skulla fáa innlit í. At halda ting fyri okkum sjálvi er ein vanligur partur av okkara privatlívi og ein rættur, ið vit hava. Tó undantikið, um tað, ið vit dylja fyri, er revsivert ogella brot á lógina. Eisini í parlagnum er tað ikki altíð, at vit vilja siga partnaranum alt. Líka ofta fyri at verja hann ella hana, sum fyri at verja okkum sjálvi. Tá tað kemur til smsini, ið tú hevur lisið, skilji eg væl, at tú verður eitt sindur sorgarbundin ella sjalu. Men lat ikki hesar kenslur stýra tínari atferð! Sjeikurin hjá tær hevur frælsi til at siga tílíkt við aðrar gentur, og tað nýtist ikki at hava nakað sum helst uppá seg. Hann elskar teg ikki minni av teirri grund, og tað er so vanligt, at gentur og dreingir brúka kerlig orð móti hvørjum øðrum, serliga tá samskift verður skrivliga, so sum við smsum og kjatti.

Heldur enn at blíva tyngd av tínum kenslum, kanst tú vera opin og erlig fyri sjeikinum og siga sum er: tú hevur lisið nøkur sms og hevur tað ikki gott við hesum og fortel honum so, hvat tað ger við teg. Tú hevur sæð okkurt á telduni, sum tú ert vorðin rættiliga kløkk av og ikki veitst, hvussu tú skalt fyrihalda teg til. Tín óvissa um tað heila, hevur gjørt teg sera ótrygga og eisini ført til, at tú hevur mist álitið á sjeikinum.Tú skapar tí eitt stórt sálarligt drama inni í tær sjálvari sum kensluliga virkar til at leggja so nógv trýst á teg, at tú næstan ikki fært verið til. Og hetta stressar teg órímiliga nógv.

Tú sigur ikki heilt greitt, hvat tað er, ið sjeikurin goymir fyri tær, so eg fái ikki ordiliga fyrihildið meg neyvt til tað. Sum so, er tað eisini líkamikið.

Tað sum hevur størstan týdning fyri teg er, at tú kemur niður á jørðina aftur og fært slappað av og kanst kenna teg trygga. Tú mást koma til tín sjálvs aftur. Og vilt tú framhaldandi vera saman við sjeikinum, mugu tit tosa tingini ígjøgnum. Tú kanst lætta um hjá tær við fyrst einsamøll at venja teg at siga, hvat tú vilt siga og hvussu tú vilt siga tað. Skriva á eitt pappír, hvat tú vilt spyrja hann um, hvat tú vilt hava svar uppá, hvat hevur størstan týdning hjá tær at fáa fram osfr. Les síðan tað, ið tú hevur skrivað hart fyri tær sjálvari nakrar ferðir. Tað hjálpir tær at minnast betur og ger teg eisini meira trygga við samrøðuna og trupla evnið.

Ver opin og erlig móti sjeikinum og halt einki aftur. Um tit skulu vera saman, mást tú hava álit á honum og hann á tær. Uttan álit kann eitt parlag ikki rigga. Tú kanst siga við hann nakrar dagar frammanundan, at tað er nakað, ið tú fegin vilt tosa við hann um. So kunna tit avtala eitt tíðspunkt, har tað er friður og umstøður til at tosa. Er tað ov ringt hjá tær at taka stig til at siga tað, kanst tú eisini skriva honum eitt bræv og geva honum brævið, ella sjálv lesa tað upp fyri honum. Undir øllum umstøðum mást tú fáa tingini út. Hvat síðan skal henda mást tú so bara taka sum tað kemur.

Tú kanst altíð ringja til Tú & Eg Ráðgevingina og fáa hjálp og vegleiðing til samrøðuna við sjeikin ella bara práta um, hvussu tú hevur tað, so tú kanst koma burturúr tínari kvøl og fáa tað betur. Góða eydnu!

Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…