Search
Close this search box.
Hey!. Eg gangi í Hoydølum og eg plagi sum oftast at vera ein opin persónur tá ið eg eri millum mínum vinfólki og tá eg møtti nýggjum persónum. Tó dámar mær best at vera sjálv heima, men eg føli eisini at eg desperat leiti eftir “attention”. F.eks. um ein býtúrur har eg kanska havi møtt einum dreingi, so havi eg sum oftast eina følilsi av at eg vil fortelja tað so fólk fara at spyrja meg um hvat, hvussu og slíkt. Eisini tá ið eg misti ein av mínum kæru, so dámdi mær væl uppmerksemi, sum eg fekk, men eg føli at tað átti eg ikki. Eg hugsi sera nógv um alt! Um ein vinkona ikki tosar við meg í nakrar dagar, so fari eg at hugsa um alt sum eg kann hava gjørt skeivt, ella um onkur floksfelagi heldur ikki snakkar við meg, so havi eg tað eisini uppá sama máta.  Eg eri broytt eitt sindur uppá kropp seinastu tíðina, og royni at fjala tað við klæðum. Eg tori ikki at opna meg um hettar til nakran, tí eri bangin fyri hvat tey fara at halda og tey allarhelst fara frá mær! Eg føli eisini at eg vil bara vera vinir við øll, og tí missi eg eisini nokkso lættliga onkran, tí eg ikki ordiliga dugi at verða nóg mikið saman við øllum.  Men eg føli so eisini onkuntíð at tey allarhelst eru betri uttan meg! Eg veit ikki hvat eg vil við hetta, leiti kanska bara eftir onkrum svarið.. Svar

Góða genta,
Eg hugsi ikki, at tað er undarligt, at tú ynskir at siga onkrum frá, um tú hevur møtt einum drongi í býnum. Hetta kann vera spennandi og nýtt, og tí eisini stuttligt at fortelja frá. Ei heldur er tað undarligt, at tær dámdi tí ‘uppmerksomheitina’ tú fekk, tá abbi tín doyði. ‘Uppmerksomheitin’, ið man fær, tá man missur onkran av sínum kæru er umsorgan og kærleiki frá teimum, ið standa okkum nær, ið ynskja at stuðla í hesi sváru tíð og hava vit eisini tørv á hesum tá.
Eg vil tó siga, at tað ljóðar á hesum brævinum sum tú ert ósikkur og ógvuliga sjálvkritisk í tínum relatiónum til onnur. Eg trúgvi ikki, at tínir floksfelagir hugsa soleiðis um teg. Hetta vísir seg ofta hjá ungum gentum, ið royna at fóta sær í ungdómslívinum og ikki eru heilt so tryggar í síni persónligheitpersóni enn.
Í mun til at deila tína tíð ímillum vinfólk, so kanst tú royna at skriva tær niður, evt. í ein kalendara, nær tú ert saman við hvørjum og planleggja hareftir.
Um tað er annað vit kunnu hjálpa við ert tú vælkomin at kontakta okkum aftur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…