Góða tú við dulnevninum hví!
Tað er gott at hoyra, at tú heldur, at henda heimasíðan er góð.
Tað er strævið hjá tær at føla teg so øðrvísi enn hinar genturnar í flokkinum. Serliga tá tað snýr seg um broytingar í tínum kroppi, sum tú ikki fært stýrt sjálv.
Tú ert komin fyrr í pubertetin enn aðrar gentur í flokkinum, og tað er troyttandi, tí onnur leggja merki til broytingarnar við tær. Hinar genturnar fara eisini at noyðast gjøgnum tað sama sum tú, bara um eina tíð.
Kroppurin kann broytast so nógv, at ein næstan ikki kennir seg sjálvan aftur. Húðin broytist nógv og samstundis, sum kroppurin búnast, er vanligt at fáa pirrur, sum fara burtur aftur seinni.
Eg veit ikki, hvussu tú meinar, tá tú sigur, at dreingir í tínum flokki eru sooooooo býttir, og tú sigur, at teir halda teg vera býtta.
Tú hevur rætt til at føla teg væl í skúlanum, og um teir onkursvegna happa ella gera seg inn á teg, eiga tey vaksnu, altso lærararnir, at hjálpa tær.
Tað kann vera trupult at noyðast at siga tað við ein lærara ella heilsusystrina, men tað kann fara at hjálpa tær.
Hevur tú onkra vinkonu, sum tú kanst tosa við og sum kann hjálpa tær, tá tú hevur tað ringt?
Tú kanst eisini tosa við okkum í Tú & Eg Ráðgevingini á tlf. 116 111. Vit svara hvønn mánadag og hósdag kl 14-22.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara!
PS: Undir teiginum EG & LÍVIÐ kanst tú lesa nógv um pubertet.
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin