Search
Close this search box.
Hey .. eg hopi at fáa svar skjótt. Eg veit ikki hvat eg skal gera.. tad er ein gódur vinur hja mær, hann hevur fingi følilsir fyri mær og eg fann so údav tí og spurdi hann um tad passadi osv, og ja tad passar, hann græt so einaferd um meg medan vit vóru i bydnum og bleiv ódur og alt tí eg var saman vid einum drongi og hann sá tad! tad er púra normalt hja mær.. men eg føli bara ikki tad sama fyri honum, eg troysti mær ikki saman vid honum, tí eg syggji hann bara sum ein gódan vin og klari ikki hugsa meg fara saman vid honum. hann veit eg ikki føli tad sama og tad ger tad so ringt fyri hann .. eg veit aaakkurat hvussu hann hevur tad, tí eg havi følilsir fyri einum viiiini og hann følir ikki tad sama. longur. og eg eri simpulten so kedd um hann allatid og fádi einki gjørt enn at hava eina vón vid at fáa hann ein dag! men hvat skal eg so gera vid tann vinin sum hevur følilsir fyri meg, hvat skal eg gera fyri at hann kann koma vídari? hann klarar tad bara ikki. og hann hevur ikki nógvir vinir yvurhøvur, eingin timur at fylgjast vid honum, begrund av útsjónd, ja, tad er virkuliga brekad av fólki, hann er ein fantastiskur persónur og eg elski hann fyri tann sum hann er, sjalvt um hann er merkiligur ofta! eg hugsi bara, vit syggjast næstan hvønn dag, skal eg bara gevast vid at syggja hann og lata hann ganga sjalvur um tad? eg føli bara ikki at tad er rætt av mær at lata hann pínast einsamallur, men hinuvegin, so vil eg heldur ikki bliva vid at fylgjast vid honum, begrund av at hann hevur følilsir fyri mær, tí so kemur hann aldrin yvur meg.. hvat skal eg gera fyri at hjalpa honum???? eg klári nóg illa at hjalpa mær sjálvum vid tí dreinginum eg havi følilsir fyri..    H

ey tú, ið ivast í, hvussu tú skalt gera!
Hatta er ein trupul støða, ið tú ert komin í. Tú mást venja teg við tankan um at tú mást verða meira erlig við tín vinmann um, hvussu tú hevur tað við tykkara sambandi. Tað, at hann ynskir at vera meira enn ein vinur við teg, kann ikki noyða teg at føla tað sama fyri honum. Hann hevur tað trupult og vísir tær, at hann blívur keddur, tá tú ert saman við øðrum dreingjum ella vísir áhuga fyri øðrum dreingjum. Tað er so hansara máti at reagera uppá, men tað kann ikki forða tær í at gera tað, sum tú ynskir. Tú mást gera honum greitt, at tað ikki kann halda áfram soleiðis, tí tað ávirkar eisini teg negativt, at hann blívur illur og keddur, og at tú hevur ringa samvitsku. Tykkara vinarlag er nokk ikki serliga uppbyggjandi í løtuni, so tú kanst byrja við at tosa um tað, og hvørjar møguleikar, ið tit hava at halda áfram sum vinir í framtíðini. Um tit skulu halda áfram at vera vinir, má hann góðtaka, at tú ikki hevur aðrar kenslur fyri honum enn sum vinfólk. Um hann klárar at góðtaka tað, verður hann noyddur eisini at tola at síggja teg saman við øðrum. Tú kanst vísa á teir eginleikar við honum, ið tær dámar, og siga við hann, at tú ert glað fyri hann sum vinmann, um tú veruliga ert tað. Um tú ikki ert glað fyri tykkara vinarlag longur, kanst tú tosa við hann um, hvussu hansara atburður hevur broytt tykkara vinarlag, og um tit kunnu gera nakað fyri at bøta um tað. Tú kanst eisini kjatta við okkum um tíni ivamál.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…