Search
Close this search box.
Eg gangi í 8 flokki, eg verði ikki happaður, men av tí at eg eri so smæðin og tosi ikki nógv, so verið eg latin uttanfyri, tað eru ikki so nógv sum tosa við meg. Og av tí fái eg eisini minni støðusmet, so er tað ikki so stórur kjansur at eg sleppi víðari í skúla. Lærarin hjá mær sigur at eg má royna at vera saman við hinum, men tað er so ringt um eg ikki tori at siga nakað yvirhøvur.  So hvussu kann eg byggja upp mítt sjálvsálit, og byrja at fáa vinir, og fylgjast við hinum. Eg vil ikki vera populerur men eg vil gjarna hava vinir í skúlanum. Eg hugsi eisini nógv um mína framtíð. So hvussu veri eg minni smæðin?

Góði drongur 14 ár.
Tað er flott av tær at skriva til okkara um hjálp. Tað at vera smæðin kann vera sera strævið, men tað fyrsta stigið er heilt sikkurt at seta orð á tað, og at biðja um hjálp.  Mítt besta ráð er, at tú tosar við læraran hjá tær einaferð afturat (tað hjálpir kanska, um tú hevur onkran, sum tú stólar uppá, við tær). Hetta skalt tú gera fyri at tú fært sett orð á, akkurát hvussu tú hevur tað. Ein annar møguleiki er at tosa við heilsusjúkrarøktaran á tínum skúla.
Møguliga tú hevur onkran í flokkinum, ið tú hevur serligt álit á, so kundi eitt hugskot verið, at lærarin ella heilsusjúkrarøktarin hjálpir tær at tosa við viðkomandi.
Ein annar møguleiki er eisini, at flokslærarin hjá tær tosar við hinar lærararnar, ið hava flokkin, um tína stúran, og at tú møguliga ynskir, at teir spyrja teg oftari í tímunum, tí tú ikki sjálvur torir at koyra hondina upp og svara. Eg eri vís í, at um tú fær sett orð á tína stúran yvirfyri nøkrum floksfeløgum og lærarunum, so fert tú við tíðini at uppbyggja eitt betri sjálvsálit og somuleiðis byrja at leggja smædni á hillina.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…