Search
Close this search box.
HeyJ Takk fyri ein góðan brævkassaJ Eg havi ein kanska eitt sindur løgnan spurning! Hvussu kann man síggja um ein annar persónur hevur stress?Og hvussu kann man hjálpa tí persóninum?

Flest øll fólk eru av og á stressaði,  t.d. um tey hava ov nógv at gera eina tíð. Um tey eftir tað klára at slappa av, so er alt í lagi og eingin vandi. Men fólk kunnu eisini veruliga verða rakt av álvarsomum stressi. Og tá er vandi á ferð og tey skulu undir læknahond. So eg haldi als ikki, at tín spurningur er løgin – hann er nemliga sera viðkomandi, tí nógv fólk fáa stress í dag.

Tú spyrt, hvussu man kann síggja, um ein persónur hevur stress? Tá ið ein persónur er álvarsliga stressaður, merkir hann tað bæði likamliga og sálarliga. Likamliga kann tað merkjast t.d. við at persónurin hevur ilt í búkinum og fyri bringuni, hevur ringt við at sovna og hevur ógvusliga hjartabankan. Sálarliga merkist tað við at persónurin kann vera deprimeraður, ella lagið kann vera ójavnt – svinga ímillum ringt og gott lag, ella hann kann vera irriteraður, hava ilt við at konsentrera seg og minnist illa til – gloymir illa. Hetta eru bert nøkur fá symptomir uppá stress, sum eg havi lisið um á heimasíðuni www.helse.dk, í teiginum í vinstru síðu undir “Spørg Helse om stress”. Her kanst tú lesa nógv um stress. Ein onnur heimasíða um stress er eisini: www.babuska.nu, hon er um børn og stress.

Um ein persónur er álvarsliga raktur av stress skal hann, sum sagt, hava serkøna hjálp og skal tí fara til lækna.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…