Góða ” hvussu skal eg gera”.
Takk fyri títt bræv. Tað er heilt vanligt, at man fær eitt sindur ilt fyrstu ferð man fer í song saman.
Tað eru nógvir faktorar sum eisini kunnu hava ávirkan á hetta, t.d um man er bangin og ikki fær slappa av og hvussu avkláraður man er í mun til sín egna kropp og seksualitet.
Tú skrivar eisini, at sjeikurin hjá tær vil hava børn, og tí ikki ynskir at brúka hít tá tit fara í song saman. Til tað vil eg svara, at tú ræður yvir tínum kroppi. Tað er ein stór avgerð og ein stór ábyrgd at fáa børn, og tað er eisini umráðandi at tit bæði ynskja tað. Um tú ikki ynskir børn beint nú, so er tað umráðandi at tú heldur fast við tað. Um tað er onkur onnur orsøk til at hann ikki ynskir at brúka hít, so hava tit eisini møguleika til at verja tykkum á annan hátt, t.d. við p-pillum.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin