Search
Close this search box.
Eg havi eina vinkonu sum mær dámar væl at vera saman við, vit kalla hana X. Til eg fekk eina gentu aftrat av vera saman við, Y….Tá fekk eg at vita at X hevur tosað rættiliga ljótt um meg. Hon hevur sagt til dømis: ljót, irriterandi, bítt, tónadeyv og líknandi. Í byrjani var eg líkaglað inntil eg fann útav at hon hevur fingið genturnar til at halda sær vekk frá mær við at lúgva. Nú í dag spældi eg og Y við krit og kritaðu hvørja aðra og X rann eisini runt og vit høvdu tað ordiliga stuttligt. Eg koyrdi so eitt sindur av krit á buksurnar hjá henni og hon bleiv mega súr. Hon byrjaði at sparka meg tí at allar hinar buksurnar vóru farnar í vask og hon skuldi í buksurnar næsta dag og bla, bla, bla. Eg eri ikki tann einasta hon hevur sparkað ella sligið… Vildi bara vita hvat eg kanska kundi gera fyri at sleppa undan at verða saman við henni, tí at eg finni meg ikki í at blíva sparkað og líknandi.

Takk fyri brævið. Tað er ordiliga gott at tú skrivar til okkum. Ofta hjálpir tað at siga øðrum tað, tá man er keddur av onkrum. Tú skrivar, at tú hevur eina vinkonu, sum tær dámar væl at vera saman við, men at tú nú hevur fingið at vita at hon tosar ljótt um teg, og at vinkonan hevur fingið hinar genturnar at halda seg burtur frá tær. Tað ljóðar ikki, sum at hon er ein góð vinkona.
Tú noyðist at umhugsa, um tú heldur hana vera eina góða vinkonu, og um tú vilt verða vinkona við hana ella ikki.
Tú skrivar eisini, at hon sparkar bæði teg og aðrar gentur. Tað ljóðar ordiliga keðiligt. Heldigvís hevur tú eina aðra vinkonu Y, sum tú kanst vera saman við, so tú ert ikki heilt einsamøll.
Kanska kanst tú siga við X, at tú ert kedd av, at hon tosar soleiðis um teg, men eisini at tú ikki finnur teg í slíkum, og at tað ger at tú ikki tímir at spæla við hana, tá hon er soleiðis. Tá man er vinkonur tosar man ikki soleiðis um hvørja aðra. Møguliga fær tað hana at hugsa um hvat hon ger, soleiðis at tað ikki endurtekur seg. Og hvør veit, møguliga kunnu tit allar verða góðar vinkonur aftur.

Góða eydnu.
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…