Hey
Eg vil heldur venda spurninginum og siga at tað er heilt normalt at hava kynshár. Tað er ein av teimum broytingunum sum henda við kroppinum tá man blívur tannáringur og sum samstundis fortelur, at tín kroppur er í ferð við at útvilka seg, frá at verða barn til at gerast ungdómur og síðani vaksin. So um tað er normalt at barbera kynshárini, tað er so upp til hvønn einstakan persón, hvat man hevur tað best við.
Kynsvortir er eitt virus. Akkurát kynsvorta virusi kemur á kynslutirnar og í endatarms umráðnum. Kynsvortirnir kunnu verða flatir, útstandandi ella blomkáls líknandi. Og kunnu eisini smitta. Tú kanst lesa meira um hetta á www.netdoktor.dk og um tú heldur teg hava tað haldi eg at tað er eitt gott hugskot at fara til læknan at kanna tað.
Í mun til tað sum tú nevnir um forhúðina, haldi eg at tú skuldi tosað við tíni foreldur um akkurát tað. Um tú ikki følir teg at tosað við tey um tað, kanst tú tosað við heilsusystrina á skúlanum. Hon hevur ofta fyrr hoyrt um tað og fer ikki at halda tað vera undarligt, um tú kemur við tí spurninginum og kann siga tær um tú skalt fara til lækna ella um tað ordnar seg sjálvt við tíðini.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin