Search
Close this search box.
Hey, eg havi eitt problem og tað er at babba voldtekur meg ofta og hann verur svakur um eg sigi tað við nakran, so eg veit ikki hvat eg skal gera, tú ert tann einasti sum kann hjálpa mær. PLIZZZZZ HJÁLP

Góðasta tú sum ert í neyð!
Har er bara EITT at gera, og tað er vera fullkomiliga líkaglað við um pápi tín verður svakur. Tú MÁST siga tað við onkran vaksnan, sum kann hjálpa tær við at koma burturúr hasum ræðuliga, tú ert úti fyri. Hatta er nakað sum kann vera torført at fortelja fyri nøkrum, men royn allíkavæl. Hugsa um hvat tað er tú vil siga og hugsa teg væl um hvønn tað er sum tú vilt siga tað við. Tað besta er, um tað er onkur uttanfyri nærmastu familjuna, kanst tú koma í tankar um onkran? Er ikki onkur vaksin, sum tú stólar uppá, og sum ikki er bangin fyri pápa tínum? Hatta, sum pápi tín ger er ólógligt, og hann má ikki sleppa at fara soleiðis við tær. Tú ert sannliga í neyð! Og tí mást tú siga tað við ein vaksnan skjótast gjørligt. Og so mugu tit finna útav, hvussu tú sleppur undan, at tað nakrantíð hendir aftur.

Bestu heilsur og skriva endiliga aftur um tørvur er á tí.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…