Search
Close this search box.
Hey, eg eri ein genta sum er 14 ára gomul, men eg fylli 15 um eina viku. Eg havi ein sjeik sum er sera sera penur og lekkur, hann er trý ár eldri enn eg, og vit hava verði saman í ca. 4 ár nú. Tá ið eg var tólv ára gomul fóru vit í song saman fyri fyrstu fer, tað var ein góð kensla. Men nú vil hann allatíð í song við mær, eg tori ikki at siga nei við hann, vit hava veri í song uml 11 ferðir. Hvat skal eg gera? Hann er so ræðuliga sterkur og eg eri bangin fyri at hann fer at sláa meg um eg sigi nei.

Góða genta!
Tá eg lesi títt bræv, fái eg eina mynd av einari gentu, ið skal hava hjálp frá øðrum skjótast til ber til antin at fara úr parlagnum ella at gera broytingar í parlagnum.. Fyri tað fyrsta ert tú í einum parlagi við ein nógv eldri drong, ið tú hevur kynsliga samveru við, og tað hava tit gjørt leingi, sjálvt um tað ikki er loyvt, og hann kann revsast fyri at hava kynsliga samveru við teg, tá tú ert yngri enn 15 ár. Tú sigur, at hann er penur og lekkur, men tá hugsi eg, at hann ikki ljóðar at vera fittur og góður móti tær. At hava ein eldri, penan og lekran sjeik kann ljóða gott, men hansara kærleiki til tín er altavgerandi, um tit kunnu fáa eina góða nútíð og framtíð saman. Tú ert bangin fyri tínum sjeiki, og tað er ikki í lagi. Tú verður noydd at verja teg móti honum, við hjálp frá øðrum, t.d vinkonum og foreldrunum um neyðugt. Eg veit ikki, um tú ert til reiðar at fara frá honum, men tú verður noydd at tosa við hann um, hvat tú vilt og hvat tú ikki vilt. Tú kanst velja tær eitt trygt stað og eitt hóskandi tíðspunkt at gera tað. Um tú hevur brúk fyri at kjatta ella tosa við okkum um tína støðu, kanst tú venda tær til Tú & Eg Ráðgevingina aftur. Vit vilja fegin hjálpa tær!

Ansa væl eftir tær!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…