Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr
Idk
Spurningur:
Hvussu hava tit opið um jólini og í næsta ár? Pls svara skjótt
Svar:
Góða tú,
Takk fyri spurningin.
Frá 23. desember til og við 3. januar hevur Tú og Eg Ráðgevingin opið sum sunnudag.
Hetta vil siga hvønn dag frá kl 20 – 22,
tó við víðkaðum upplatingartíðum Jólaaftan og 1. Jóladag, frá kl 20 til 24
4. Januar hava vit opið aftur sum vanligt.
Børn & Ung, ið ynskja at tosa dulnevnt við ein vaksnan ráðgeva, kunnu ringja 116 111 ella skriva til Brævkassan.