Search
Close this search box.
Eg føli meg deprimeraðan men eg veit ikki heilt um tad er depremation altso eg eri keddur og eg føli meg ikki góðan nokk og eg føli sum at ongin vil hava meg her og sovorut men eg veit ikki um eg havi brúk fyri hjálp og eg veit heldur ikki hvussu eg skal spyrja um hjálp?

Til tín, sum ikki veitst, hvussu tú skal spyrja um hjálp.

Takk fyri brævið!

Tað, at tú skrivar til okkara, er fyrsta stig til at fáa hjálp. So tú ert á rættari leið.

Tú skrivar, at tú er keddur, og at tú følir at tú ikki ert góður nokk, og at tú følir, at eingin vil hava teg her. Eg kundi hugsa mær at vita, hvat tað eru fyri tankar, sum koma til tín og gera teg keddan? Eisini kundi eg hugsa mær at vita, um tú kanst greiða nærri frá, hví tú følir, at eingin vil hava teg her? So kunnu vit ráðgeva tær betri.

Bara tað, at tú vendir tær til okkara og hevur sett orð á tínar trupulleikar, er gott. Tú kundi eisini roynt at skriva tínir tankar niður t.d. í eina dagbók.

Tú kundi eisini tosa við onkran, um hvussu tú hevur tað. Hevur tú onkran í familjuni, sum tú tosar væl við t.d. Mammu, pápabeiggja, systkin e.l.? 
Gongur tú í skúla? Summir skúlar hava heilsufrøðingar ella sálarfrøðing, sum næmingar kunnu práta við. Um tú ikki veitst, hvussu tú skal byrja prátið, kanst tú vísa teimum hetta brævið, sum tú hevur skriva til okkara ella tú kann brúka tankarnar sum tú skrivar niður í eina dagbók. Hvat heldur tú um tað?

Um tað er torført at vita, hvat tú skalt siga, so er tú hjartaliga vælkomin at ringja til okkara á tlf. 116 111 ella skriva aftur. Tað er ókeypis at ringja, og tú ert dulnevndur. Vit kunnu eitt nú hjálpa tær at fáa sett orð á tínar trupulleikar, og kanska eisini at hjálpa tær at finna dirvi til at tosa við onkran, sum tú er góð við ella hevur álit á.

Vónandi fært tú tað betri.

Heilsan,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…