Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr
Ikki glað
Spurningur:
Hey tit! Eg eri ein genta sum er ræðuliga annaleiðis enn hini, eg havi eina vinkonu sum eg eri góð við, men vit dáma ikki tey somu tingini eg føli meg uttanfyri allastani eisini heima, eg eri ongantÃð glað:( hvat skal eg gera?
Svar:
Túsund takk fyri brævið! Tað ljóðar ikki sum um tú hevur tað so lætt til dagligt, so tað er væl skilligt, at tú ikki følir teg glaða. Tà fyri at kunna trÃvast og hava tað gott, skal man eisini føla at man hoyrir til eitt ella annað stað. Og sum tað ljóðar á tÃnum brævi, so manglar tað à tÃnum gerandisdegi. Tað hevði verið ynskiligt, um tú skrivaði hvat tað er sum tú hevur áhuga fyri, tà tað kann vera, at tú kundi funnið onkran við somu áhugamálum sum tú, ella at vit kundi leiðbeint teg onkursvegna. So skriva ella ring aftur, so kann verða at vit kunnu leiðbeina teg eitt sindur betri.
Eitt annað tú kanst gera, er at spyrja vinkonu tÃna, um tit ikki eisini kunnu gera okkurt sum tú hevur áhuga fyri, soleiðis at tit bæði gera okkurt tú hevur áhuga fyri, og okkurt sum hon hevur áhuga fyri, tá tit eru saman.
Tað  er eisini týdningarmikið, at tú fortelur foreldrunum hjá tær hvussu tú hevur tað – tosa við tey og ver opin – tað er so týdningarmikið, tà annars kunnu tey halda at tú bara ert súr og tvør og ikki til at tosa við. Ver opin og sig tÃna hugsan um hvussu tú hevur tað, bara tað at seta orð á hvussu man hevur tað ger støðuna munandi lættari. Royn tað!
Vónandi hava hesi ráðini hjálpt tær eitt lÃtið fet vÃðari, skriva endiliga aftur, um tú hevur hug.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin