Telefon: 610140 (mán. – frí. kl. 10-12)

Teldupost: barnabati@barnabati.fo

 

Hví svarta eru dreingir soleiðis? Hví siga teir við gentur, at teir elska tær, men tveir dagar seinni elska teir tær ikki meira?Teir munnu hava eitt so forb…. rotið lív.

Góða “ illa”!
Hvørji ráð kann eg geva tær… um ein drongur siga seg elska teg eftir stutta tíð – kanska bara eftir einum kvøldi, kann tað vera tí, at hann veruliga følir tað í tí løtu, at hann sigur tað. Men kenslurnar skifta ofta, tá ein er ein forvirraður tannáringur, og tað, sum ein heldur ta einu løtuna, heldur ein kanska ikki ta næstu løtuna.
Ofta er tað so, at tá ein veruliga er forelskaður,  torir ein als ikki at brúka orðið “elska”, tí ein er bangin fyri, at tann, ið ein er forelskaður í, ikki hevur somu kenslur.

Góða eydnu næstu ferð!

Heilsan

Tú & Eg Ráðgevingin

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi